Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Undirritaði

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  12.11.2022 - 09:15 Tíðindi Veðrið

Gott veður í morgun, 3 til 8 m/s av útsynningi. Turt og klárt so at siga kring alt landið.

Veðurfrøðiliga orsøkin er, at Føroyar liggja undir einum hátrýstryggi, og tá er vanliga gott veður. Luftin, sum kemur til okkara, stavar frá vestara parti av Miðjarðarhavi. Heilt har suðuri er luftin heit, um 21 stig í morgun, og eitt sindur slavin, um 80%.

Á vegnum norðureftir ímóti Føroyum kølnar hon, og vætuinnihaldið veksur. Vestan fyri Skotland rennur heita luftin seg í ta køldu luftina, sum er komin av Norðpólinum. Har hesar luftnøgdir møtast,  regnar í einum stórum øki. Hitabrúgv.

Á ferðini longur norður er luftin minni slavin. Her í Føroyum er hitin í luftini um 9 stig, og vætuinnihaldið um 80%. Tí er klárt í erva, bert nakrir bøklar oman fyri fjøll.

Annars er forsøgnin fyri restina av degnum hon, at ættin fer seint fyrrapartin at lækka niður í sunnan, og seinnapartin ganga upp í landsynning, meðan vindur spakuliga fer at minka niður um 5 m/s.

Turt og klárt fyri tað mesta – tó eru ættirnar kring sunnan mjørkaættir í fleiri støðum.

Regnumráðið vestan fyri Skotland rekur spakuliga norðureftir, og restirnar av tí eru væntandi yvir okkum umleið á midnátt. Tað liggur ikki leingi – fer at regna eitt sindur í 1-2 tímar.

Í morgin fer hann at liggja av landsynningi, vindferðin um 3 til 8 m/s. Turt fyri tað mesta og klárt.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Stongt fyri allar ferðslu undir Fossunum
Hvar er harmonikan Martin?
Hjarta, blóðrensl, blóðflokkar og blóðge…
Samtykkið ikki hesa málspilluna!
Vinn eitt atgongumerki til Summar­festiva…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Grøv nr 13 í Lutherkirku í Keypmannahavn
Broyting í innsavningin hjá IRF
Sira vitja Norðlýsið
Eiðisløta í Hólmahúsinum
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni
Breddin 7/­5-2025. Kapitalur, produktivit…
Formansfrágreiðingin til lands­fundin 202…
Kom og kasta pílar