Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kjakið er eksploderað á facebook og avdúkar bæði væntandi innlit og tolsemi | Mynd: facebook.com

Tjóðveldi má taka sær um reiggj!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.11.2022 - 14:30 Leiðarin Politikkur Vinna

Vantandi tolsemið fyri øðrum áskoðanum enn áskoðanunum hjá teimum í Havn kann gera, at Tjóðveldi fær somu lagnu sum Fólkaflokkurin.

Øði er komin í grindina í Havn, tí Eirikur í Jákupsstovu av Eiði, uppstillaður av Norðoya Tjóðveldisfelagi, tekur undir við at gera eina nýggja fiskiveiðuavtalu við Russland. Kropp av kroppi koma tjóðveldisfólk og onnur í Havn fram at tastunum og biðja ilt yvir Tjóðveldi fyri at hava latið Eirik stilla upp. Talan er um bæði leikfólk og onnur valevni.

Í beinraknari viðmerking frá Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi løgtingsmanni, landsstýrismanni og fólkatingsmanni hjá Tjóðveldisflokkinum, vísir hann á vantandi tolsemið hjá tjóðveldisfólkum og øðrum í Havn, har alt er tann bera teori. Hugsanin í Havn er: “Vit kunnu trygt vera ímóti fiskiveiðuavtaluni, tí avleiðingarnar raka ikki okkum sjálvi, bara nøkur reiðarí og nøkur bygdafólk”.

Men her í Norðoyggjum, eins og í Eysturoy, har Eirikur í Jákupsstovu hevur sítt jørðildi, eru Barentshavsrættindini ikki nøkur teori. Her snýr tað seg um tilverugrundarlagið hjá fleiri fyritøkum og sera nógvum familjum, og tað er heilt løgið, at tjóðveldisfólk í Havn ikki kunnu rúma empati fyri teimum. Tjóðveldi má gera upp við seg sjálvan, um hann skal vera ein flokkur fyri alla ta føroysku tjóðina ella bert ein havnarflokkur uttan tolsemi fyri teimum føroysku familjunum, ið hava fiskivinnu sum livibreyð.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…