Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hetta vikuskiftið fer veðrið soleiðis, at tað er landsynningur, 8 til 13 m/s ella 10 til 15 m/s, skýggjað og regn ella ælaveður. | Mynd: Árni Jacobsen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  18.11.2022 - 15:00 Tíðindi Veðrið

Nakað av vindi hevur verið í nátt og fyrrapartin, miðalvindurin liggur um 8 til 13 m/s av landsynningi. Tað er grátt, og í støðum er regn ella sirm.

Føroyar eru í dag plaseraðar í útkantinum av einum hátrýsti, sum stendur yvir Norðurnoregi. Luftin kemur til okkara úr Eysturevropa.

Eitt lágtrýst nærkast Føroyum vestaneftir. Vit fara at merkja tað út á fyrrapartin í morgin. Tá fer ættin at lækka niður í sunnan eitt bil, og eitt brúgvalag við regni leggur seg yvir okkum. Tað fer at hanga yvir okkum mestsum allan leygardagin og sunnudagin.

Taka vit tað meira ítøkiligt, so er vindferðin 8 til 13 m/s av landsynningi, skýggjað og regn í støðum. Út á seinnapartin verður klárari í veðrinum og yvirhøvur turrari. Í kvøld bert einstakir ælingar. Hitin í dag er um 8-9 stig.

Í nátt fer vindurin at veksa upp í 10 til 15 m/s av suðuri og so aftur av landsynningi. Tað verður aftur skýggjað, og út ímóti morgni fer at regna. Ikki nógv broyting í veðrinum restina av leygardegnum ella sunnudegnum.

Hitalagið leygardagin fer at liggja um 8 til 10 stig; sunnudagin eitt lítið sindur kaldari, um 7 til 9 stig.

Skjótt at skriva um veðrið til hetta vikuskiftið. Landsynningur so at siga næstan alla tíðina, og so fyri ein stóran part skýggjað og regn. Eisini hitalagið er støðugt.

Gott (og vátt) vikuskifti.

   

Lýsing
Seinastu tíðindini
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…