Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stórsigur til Stjørnuna

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  23.11.2022 - 22:04 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Steypakappingardysturin millum kvinnurnar hjá Stjørnuni og VÍF í kvøld endaði við einum greiðum 32-22 sigri til Stjørnuna. Hálvleiksstøðan var 14-9 til Stjørnuna.                                                                               

Tað gekk javnt á fyrstu 20 minuttirnar, tó var tað Stjørnan sum hevði munin, men seinastu 10 minuttirnar hevði Stjørnan hug at økja um leiðsluna, soleiðis at tá farið varð til hálvleiks, var støðan 14-9 til heimaliðið.         

Sum seinni hálvleikur leið, økti Stjørnan støðugt um leiðsluna, m.a. fingu tær fleiri mál uppá skjót mótálop. Eisini hevði málverjin hjá Stjørnuni Ditte Sørensen fleiri góðar bjargingar í seinna hálvleiki. Tá góðir fimm minuttir vóru eftir at leika, og støðan var 28-20 til Stjørnuna, valdi venjarin hjá Stjørnuni at seta fleiri heilt ungar leikarar á vøllin, og stóðu tær seg bara væl.                                                                                                         

Við sigrinum tók Stjørnan eitt avgerandi stig nærri eini hálvfinalu. Støðan í bólkinum er nú, at øll liðini hava leikt tveir dystir, H71 er á odda við 4 stigum, meðan Stjørnan og VÍF hava 2 stig í part, aftast er StÍF við ongum stigi. Eitt umfar er eftir at leika, og verður tað leikt 11. dec. Tá tekur Stjørnan ímóti StÍF, meðan VÍF og H71 leika í Vestmanna. Sum úrslitini hava lagað seg í landskappingini higartil, so skuldi Stjørnan havt góðar møguleikar at leika seg í hálvfinaluna.                                                                                                           

Næsti dystur hjá Stjørnuni verður komandi leygardag, og verður tað dystur í landskappingini á heimavølli ímóti VB. Dysturin verður leiktur í KÍ-høllini og byrjar kl. 13.30.

Málini hjá Stjørnuni í dystinum í kvøld skoraðu: Jancy H. Jacobsen 6, Tóra Eliasen 6, Malene Madsen 6, Iulia Nalviko 5, Sonja S. á Bergi

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…