Lýsing
Lýsing
Lýsing

Náttúruvernd, landbúnaður og ferðavinna

SKRIVAÐ: Sámal Petur í Grund  |  23.11.2022 - 23:45 Politikkur Tíðindaskriv

- heildarhugsan og nýskipan til gagns fyri ALLAR Føroyar

 

Sjálvstýri vil samanhugsa náttúruvernd, landbúnað og ferðavinnu í eina nýggja skynsama javnvág; Ein javnvág sum fyrst og fremst raðfestir okkara náttúru, okkara landbúnað og okkum, sum búgva og virka í hesum landinum. Tástani kunnu vit skapa eina breiða semju millum allar føroyingar um ferðavinnuna. Tástani kann ferðavinnan gerast, ikki bara fíggjarliga burðadygg fyri tey fáu, men mentunarliga, sosialt, og økispolitiskt burðardygg fyri okkum øll. Og tá er nógv vunnið. Ikki minst fyri samanhaldið millum føroyingar.

-------------------------

Seinnu árini hevur tað við snildari og víðfevndari marknaðarføring eydnast at seta Føroyar á heimskortið sum ferðamál. Talið av innskrivingum í gistingarhúsvinnuni er økt í stórum, og sannlíkt fara vit at uppliva framhaldandi stóran vøkstur í ferðafólkatalinum komandi árini.

Tíverri er føroyska mótstøðan móti ferðavinnuni eisini vaksin. Trýstið á náttúruna, landbúnaðin, og smáu lokalsamfeløgini er alt ov stórt. Undirstøðukervið og skipanir hava ikki fylgt við, hóast fleiri álit eru skrivað, og avvarðandi fyritøkur, borgarar og búnaðarfólk hava ávarað um óhepnu gongdina.  Tað er í tøkum tíma, um vit ikki skulu koma í neyð av hesum.

Sjálvstýri vil tryggja, at ferðavinnan gerst ein sólskinssøga fyri allar føroyingar. Ferðavinnan má nýhugsast, so hon kann tryggja sær undirtøku úti um alt landið. Nýskipanir skulu setast í verk, sum verja vøkstur, djóralív og landbúnað, og sum tryggja, at vinningurin frá ferðavinnuni verður lutaður meira rættvíst út, um alt landið, heldur enn tann ójavna vit síggja nú, har allur vinningurin endar hjá nøkrum fáum sterkum ferðavinnuaktørum í Havn.

Sjálvstýri veit, at lokalu loysnirnar, eru tær bestu loysnirnar. Fara vit rætt fram, kann ferðavinnan gerast ein snúningsás fyri veruligari økismenning, úti um alt landið. Men til tess krevst ein heildarhugsan.

Skal náttúran verjast, landbúnaðurin tryggjast, og tilfeingið sum heild verða umsitið á einum burðardyggum grundarlagi, so eru bestu ráðini sjálvandi, at laga ferðavinnuna til Føroya náttúru, mentan og landbúnað, og ikki øvugt.

 

Talgild loyvisskipan til gongd í haga

 

Sambært lóg og aldargamlari siðvenju, krevst loyvi frá teimum sum varða av uttangarðsjørðini áðrenn farið verður í hagan. Sjálvstýri sær hesa skipan sum besta grundarlagið fyri ferðslu í høgunum frameftir. Sjálvstýri tekur tí fult undir við føroyskum bøndum og óðalsfólki, sum mæla til, at gjørd verður ein talgild skipan við skrásettum ferðamálum í náttúruni, sum eru góðkend og umsitin av teimum sum varða av jørðini í felag. Lokalu hagapartarnir kunnu tá lætt og einfalt geva sjálvvirkandi loyvi, til privatar túrar hjá føroyingum at fara ókeypis, og vinnuligar túrar fyri ferðafólk, í samstarvi við føroyskar ferðaleiðarar. Ein tílík skipan gevur føroyingum frælsi og serstakar sømdir, og samstundis varðveita vit ta bestu skipanina til at verja okkara náttúru, við serstøkum treytum til tann alsamt vaksandi streymin av ferðafólki. Skipaði viðurskifti, undir tryggum kørmum, til gagns fyri okkum øll; bæði føroyingar og ferðafólk, ferðavinnu og landbúnað.

Borgarakort heldur enn hvørsmansrætt

Sjálvstýri virðir ognar- og avgerðarrættin hjá bøndum og óðalsfólki, og fer ongantíð at noyða nakran hvørsmansrætt niðuryvir høvdið á fleiri túsund jarðareigarum, ímóti teirra vilja. Tí illstøða og sundurlyndi byggir einki land. Avleiðingin av óskipaðari gongd í haga hevði fingið vanlukkuligar avleiðingar fyri tann vøkstur og tað djóralív, sum er grundarlagið undir einum vælvirkandi føroyskum landbúnaði; Sum er grundarlagið undir okkum øllum.

Semja og samstarv er vegurin fram. Sjálvstýri fer til val uppá, at landið loftar hesum nýskapandi og jaliga uppskotinum frá landbúnaðinum, og ger eina formliga avtalu við tey sum varða av jørðini; Ein avtala sum t.d. knýtir saman talgildu loyvisskipanina, við einum borgarakorti, ið kann tryggja føroyingum størri frælsi og lagaligari treytir at ganga í høgunum, enn útlendingum. Eitt tílíkt borgarakort kann eisini nýtast til at geva føroyingum betri sømdir enn útlendingum, í strandfaraskipum, bygdaleiðum, býarbussum og tyrluflúgving. 

Náttúruverndargjald

Harumframt kann eitt fast náttúruverndargjald, frá øllum ferðafólkum ið koma til landið, markast til lokal átøk at verja náttúruna, og til lokala menning av kringumstøðunum fyri móttøku og handfaring av ferðafólkum. Men so skal gjaldið ikki, sum aðrir flokkar skjota upp, enda í stórapotti hjá tí almenna. Ei heldur skal tað umsitast av Visit Faroe Islands. Inntøkurnar skulu beinast beinleiðis víðari til lokalar menningarverkætlanir úti um landið; Til gagns fyri tey sum búgva og virka á staðnum, og til gagns fyri ta náttúru tey hava ábyrgdina av. Vilja vit verja náttúruna, so eru avgerðarrætturin og vitanin hjá teimum, sum fáast við landbúnað og landbúnaðarferðavinnu úti í lokalu økjunum, tann besta fortreytin, fyri at javnvágirnar í náttúruni verða varðveittar á burðardyggum grundarlagi. Hetta eru fólk, sum ofta í fleiri ættarlið hava havt jørðina í hondum, og sum kenna vøkstur og djóralív á staðnum betur enn nakar annar. Vilja vit verja náttúruna, so má hendan aldargamla mentanin úti um landið virðast og varðveitast.

Um ferðavinnan lagar seg til føroyska mentan og føroyska veruleikan, so kemur hon okkum øllum til góða. Og so fær hon eisini betri undirtøku frá føroyingum flest.

Størri stuðul til føroyskan landbúnað og føroyska matframleiðslu

Sum stevnuskrá Sjálvstýrisins sigur, skal náttúran og umhvørvið fáa hægstu verju. Hetta er eitt endamál í sær sjálvum, og hongur eisini neyvt saman við einum øðrum hjartamáli hjá Sjálvstýri: At vit støðugt skulu styrkja føroyska landbúnaðin, so hann kann gerast ein týðandi og burðardyggur vinnuvegur í føroyska búskapinum.

Í einum ótryggum umheimi har kríggj og matvørukreppa valdar, tosa nú øll heimsins lond um týdningin av matvørutrygd og matfullveldi. Vilja vit gerast meira sjálvbjargin við okkara egnu føroysku matvørum, so noyðist politiski myndugleikin at gera langtíðar-íløgur í okkara egnu heimaframleiðslu. Hetta merkir m.a. at landbúnaðurin skal fáa betri karmar, og nógv størri stuðul til íløgur í burðardygga matframleiðslu, so vinnan sjálv, og føroyska eginframleiðslan av stuttfluttum matvørum kann mennast, til gagns fyri okkum øll.

Veruligt sjálvbjargni, er sjálvandi eitt hjartamál, sum fær høga raðfesting við Sjálvstýri.

Sámal Petur í Grund,

valevni og floksformaður í Sjálvstýri

Lýsing
Seinastu tíðindini
KREPPUHJÁLP TIL BREKØKIÐ - TALSFÓLK ER N…
Hví skulu vit melda okkum inn í alheims…
Tunnilin í Gøtudali
Lítil virðing fyri starvs­fólku­num elvir…
Hevur familjan tað gott, so hevur vinnan…
VALFUNDUR UM FÓLKA­SKÚLAN Í AULUNI Á NÁMS…
Hugleiðing um búskaparstøðuna - fyri at…
Faðir og barnið
Vit ungu eru framtíðin
Førleikameting, vaksnamannalæra og yrkis…
Kynda undir film – meira film
Hol er sett á!
Kostar einki at hækka skattafría markið
Elttør..
Teir fiska væl
Hví sjálvbjargni á orkuøki­num?
Framleiða Vetni innan trý ár! 
Arbeiðsmarknaðu­rin og tillagað starv
Heilsulýsing Lands­læknans fyri 2022 komi…
Valfundur á Sjónámi í Klaksvík