Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heim

SKRIVAÐ: Ingilín D. Strøm  |  24.11.2022 - 12:30 Politikkur Tíðindaskriv

Vit, sum búgva í Føroyum eru ógvuliga ymisk. Men sæst ikki ordiliga aftur í bústaðarmynstrinum í dag.

Tað eru tíverri mong, ið ikki kunnu fóta sær á bústaðarmarknaðinum, og tí verða vit noydd til at syrgja fyri, at eisini hesi fáa tak yvir høvdið. Vit mugu brúka bústaðaramboð okkara, Bústaðir, til at tryggja eina bíliga leigu til tey, ið hava tørv á tí. Og til at geva fólki frælsi til at velja, um tey vilja eiga ella leiga.

 

Uppgávan hjá Bústøðum er ikki at skaffa pengar til eigaran, men at byggja heim til føroyingar. Tí skal Bústaðir ikki rekast sum partafelag, men sum ein almennur stovnur. Hálønt og láglønt, ung og gomul skulu kunna búgva lið um lið í somu grannaløgum. Til gleði fyri allar partar. Vit mugu ikki enda sum fleiri av grannalondum okkara, har høvuðsstaðurin bara er fyri tey ríkastu. Har sjónarringurin hjá børnunum minkar, tí tey einans ganga í flokki við sínum líkum. Har samfelagið hevur mist savningarmegina. Tað er tann vegin tað ber í dagsins samfelag, og tí skulu vit handla skjótt, so skjótt vit koma til valdið!

 

Vit vilja geva Bústøðum og kommununum heimild til at stovna almannagagnlig bústaðarfeløg, sum saman kunnu byggja meir, enn Bústaðir kann einsamalt. Og vit skulu tryggja bíliga húsaleigu kring alt landið, so øll hava ráð til eitt trygt heim, har tað ikki er vandi fyri at verða blakað út hvørja løtu. Ongin skal hava vinning av neyðini hjá øðrum.

 

Vit vilja eisini seta leigubýlisstuðul í verk til láginntøkubólkar, sum ikki kunnu rinda fulla húsaleigu í almennagagnligum leigubústøðum. Tí hóast vit byggja so bíligt, sum til ber, so eru nøkur, ið ikki megna at rinda leiguna.

Og vit skulu støðugt stríðast ímóti, at bústaðarmarknaðurin verður skeiklaður, og at spekulantar tjena upp á bústaðarneyðina í landinum. Tí mugu vit fyribyrgja, at stórar fyritøkur keypa ognir upp, og at útlendingar, sum ikki hava tilknýti til landið, keypa inn undir seg.

 

Ein bústaður er eitt heim. Ikki ein vøra. Bústaðarpolitikkur er vælferðarpoltikkur. Ikki vinnupolitikkur. Eitt trygt heim er fyritreytin fyri, at vit trívast. Tí mugu vit hava fjølbroyttar bústaðir. Sethús, randarhús, leigubústaðir, lutaíbúðir, lestraríbúðir, eldraíbúðir og vardar bústaðir.

Vit mugu tryggjað øllum rættin til eitt trygt heim.

 

Ingilín D. Strøm, valevni fyri Javnaðarflokk

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atgongumerk­ini ganga undan til Norðfesti…
KÍ hevur ársaðalfund í kvøld
Ein ordans ítróttarveitsla í Varpinum le…
Tilnevn­ingar ÍtróttaELDSÁLIN 2025
Kalsoyingar stúra
Evnaríkur unglingur tekur arvin
Blákollan 25 ár
Júst 13 ár síðan rennisjógvur var í Klak…
Hesir vóru til lands í Íslandi um ár 190…
Ræðuherferðin hjá Sambands­flokki­num í fu…
Starvs­felagið: Fimm valevni til nevndina
Torradagar: Heimurin á einum vegamóti
Tilnevn­ingar til ÍtróttaNAVNIÐ 2025
Andras Nolsøe vitjar Norðlýsið
Kunning um parkeringsviðurskifti við Kla…
Nýtt vinnunetverk stovnað í Klaksvík
Klakkur landar 185 tons
Sloans Savn letur upp og minnisvarði ver…
Klaksvíkar Sjúkra­hús, stovnað 1898 – 128…
Hugnaløta um gomlu Klaksvíkar kirkju