Lýsing
Lýsing
Lýsing

Arbeiðsmarknaðurin og tillagað starv

SKRIVAÐ: Jann Johannesen  |  29.11.2022 - 16:30 Lesarabrøv Politikkur

Arbeiðsmarknaðurin hevur stóran tørv á arbeiðsmegi og arbeiðsloysið er met lágt. Fara vit at keypa brennievni á bilin, tosa vit mangan annað mál enn føroyskt, og tað síggja vit eisini í øðrum vinnugreinum. Fleiri av hesum eru komin gjøgnum fast truck skipanina, og tað er sera gott, vit høvdu verið illa stødd uttan hesi.

Arbeiðsmarknaðurin og tillagað starv
 
Arbeiðsmarknaðurin hevur stóran tørv á arbeiðsmegi og arbeiðsloysið er met lágt. Fara vit at keypa brennievni á bilin, tosa vit mangan annað mál enn føroyskt, og tað síggja vit eisini í øðrum vinnugreinum. Fleiri av hesum eru komin gjøgnum fast truck skipanina, og tað er sera gott, vit høvdu verið illa stødd uttan hesi.
 
Tað er at gleðast um, at tað er arbeiði til allar hendur, á tann hátt eru vit betur fyri enn flest allar tjóðir, vit vanliga samanbera okkum við.
 
Men hóast hetta er tað ein bólkur av borgarum, sum ikki er á arbeiðsmarknaðinum, men sum í mongum førum kundi farið til arbeiðis í morgin, um tað stóð upp til tey. Nógv høvdu klárað ein fullan arbeiðsdag, onnur parttíð, tað eru tey, sum hava tørv á tillagaðum starvi.
 
Ta vælveru, tað nøgdsemi, sjálvsálit og innihald, tað gevur at hava eitt starv, og ta sjálvfylgju vit taka tað fyri, er ikki galdandi fyri øll í samfelagnum.
 
Virki og stovnar, sum hava eitt rúmligt arbeiðspláss, hava rós uppiborið. Vit eiga at heita á enn fleiri virki at hava pláss fyri fólki, sum hava tørv á tillagaðum starvi.
 
Skipanin innan Almannaverkið er stirvin, at gera smidligar loysnir innan økið er nakað, vit fara at virka fyri.
 
Jann Johannesen
Valevni hjá Miðflokkinum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!