Lýsing
Lýsing
Lýsing

Havnarvág í 1874

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  25.07.2024 - 10:02 Mentan Tíðindi

Fyri snøggum 150 árum síðani – 25. juli 1874 – kastaði fregattin Jylland akker á Havnarvág. Christian kongur IX var við á ferðini. Hann vitjaði í landi – legði at á nýggju Kongabrúnni – og fekk stóra móttøku

 

Fregattin Jylland

Fyri snøggum 150 árum síðani – 25. juli 1874 – kastaði fregattin Jylland akker á Havnarvág. Christian kongur IX var við á ferðini. Hann vitjaði í landi – legði at á nýggju Kongabrúnni – og fekk stóra móttøku.

síðani lá leiðin til Íslands, har ið hansara hátign skuldi vera við at hátíðarhalda, at 1000 ár vóru liðin síðan íslendska landnámið.

Eftir hesa fyrstu kongsvitjanina í Føroyum varð minnisvarði (Kongaminnið) reistur á Gripsheyggi í Havn. Kendi grótsmiðurin av Argjum, J.A. Arge (Jampan), stóð fyri arbeiðinum. Tórshavnar kommuna hevur júst latið minnismerki og øki fríðkað.

Fregattin var smíðað um 1860 á Orlogsværftinum í Keypmannahavn. Hetta var herflotaskip, og við sínum 44 kanónum og 437 monnum var hon í 1864 við í stórum sjóbardaga við Helgoland. Danir vunnu slagið, men taptu kríggið.

Fregattin Jylland livir framvegis sítt góða lív. Hon verður sýnd fram sum museumsskip í Ebeltoft í Jútlandi.

 

Fox (?)

Myndin frá Tjóðsavninum sýnir eisini einmastraða slupp úti fyri Tinganesi. Hetta kann vera Fox hjá trappubrøðunum og Dia á Vertshúsinum. Teir keyptu langbummaran úr Bretlandi og komu á Havnina við honum fáar dagar fyri ólavsøku í 1872.

Eftir ólavsøku varð farið til Íslands við tólv monnum. Yngsti trappubróðirin, Niklas, var skipari og Dia á Vertshúsinum bestimaður. Fiskað varð við bátum frá skipinum, sum lá fyri akkeri á Seyðisfirði.

18. oktober vóru teir aftur við fullari saltfiskalast, og tá ið sølan eisini hepnaðist væl, var grundarlag lagt fyri føroyskum skipsfiskiskapi.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Einki skapandi spæl á KÍ-liðnu…
Tað skal vera lættari at sleppa til sála…
Hjartað í vælferð­ini krevur raðfesting
Burtur við Brotsmonnum
Hugsar nakar um ADHD og Autismu?
Løgtingsval – ikki kommunuval
Áheitan til politisku flokkarnar
Tá eitt barn kemur í heim – og gleðin ve…
"RÆTTINDI EIGA TÍ AT VERÐA LÓGARTRYGGJAÐ…
Ein rættleiðing til Hans Ellefsen: Rokna…
Gott fíggjarligt úrslit hjá Smyril Line…
Bústaðaneyðin má loysast sum skjótast
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Sparikassi 30 milliónir í avlopi…
Vit mugu tryggja virðilig kor fyri fólk…
Í Føroyum tosa við føroyskt
Foytt Val
Gaston bleiv pápi í vikuni – hann er á K…
J&K Petersen tvífaldar ársúrslitið
Almanna­lógin skal fíggjast