Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ókeypis Familjukrókur hjá Føroya Pro Vita á ólavsøku

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.07.2024 - 16:36 Mentan Tíðindi

Aftur í ár bjóðar Føroya Pro Vita øllum hjartaliga vælkomnum til tann væl dámda og ókeypis Familjukrókin á ólavsøku.

 

Familjukrókurin heldur til niðriundir í Skansahúsinum,  J.H. Schrøters gøta nr. 11, tann
28. og 29. juli frá kl. 16-20.


Umstøðurnar í Familjukrókinum er góðar og róligar; til ber m.a. at geva børnunum ein bita,
geva bróst ella at hita eina fløsku. 


Vit bjóða eina lætta máltíð, vatn, sunkist, ein heitan drekkamunn við onkrum góðum
afturvið, umstøður at skifta blæður í og spøl og leikur til børn í ymsum aldri.


Størru børnini kunnu spæla uttanfyri, har vit m.a. hava hoppibond, krit og sápubløður.
Andlitsmáling o.a. stuttligt verður eisini.


Familjukrókurin er partur av størri tiltaki hjá Skansahúsinum, har tað er opið hús, og til
ber at heilsa uppá fólk frá ymsu felagsskapunum, sum húsast har og hoyra um teirra
virksemið.


Leikja til tiltakið: https://www.facebook.com/share/UtNH6Kg2VnGQpCem/

 

Føroya Pro Vita ynskir øllum føroyingum eina góða ólavsøku!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…