Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hví sjálvbjargni á orkuøkinum?

SKRIVAÐ: Rani Andrasson Skaalum  |  29.11.2022 - 17:00 Lesarabrøv Politikkur

Tað er umráðandi, at vit vera sjálvbjargin á orkuøkinum. Tað hevur kríggið í Ukraina og koronakreppan eisini víst okkum. Fleiri av okkara evropisku grannum eru komin í klemmu, av tí tey hava gjørt seg bundnan av orkuveitarum sum til dømis Russlandi.

Hví sjálvbjargni á orkuøkinum?

Tað er umráðandi, at vit vera sjálvbjargin á orkuøkinum. Tað hevur kríggið í Ukraina og koronakreppan eisini víst okkum. Fleiri av okkara evropisku grannum eru komin í klemmu, av tí tey hava gjørt seg bundnan av orkuveitarum sum til dømis Russlandi.
Vit mugu ikki enda í somu støðu sum hesi, ið eru fjøtraði av russiskari ella arabiskari orkuveiting. Nei, vit mugu heldur menna okkara førleikar við eitt nú power x og økja um goymslukapasitetin við millum annað pump storage og vetni.
Tað kunnu vit gera við at stuðla viðkomandi verkætlanum við aðrari grønari orku enn el til bussar og aðra tunga ferðslu, tá tað tykist rigga best til privatbilar og smá akfør annars. Eitt sum er vert at royna er eitt nú akfør við vetnis brennievniskyknum.
Tað verður sagt, at alt er ikki svart ella hvítt, og tað sama ger seg galdandi í mun til grøna orku. Vit kunnu ikki bara siga, at vit eru betri ella reinari enn onnur, tí vit koyra elbil. Tí svørt olja er og verður helst leingi framyvir ein stórur partur í virðisketuni, tá vit tosa um framleiðslu av battaríum, vindmyllum, sólpanelum og so framvegis.
Tí kunnu vit ikki steðga frá degi til dags og banna alt og øll, sum ikki eru líka ideologisk víðgongd sum summi, ella kanska fleiri, á vinstragrøna vonginum eru.
Vit mugu fara skynsamt og hóvliga fram, uttan at seta okkara vælferð og fíggjarstøðu upp á spæl, fyri at tekkjast eini moralskari elitu, ið helst ikki sær ta stóru myndina fyri sær.
At enda er tað umráðandi at minnast til, at vit øll skulu kunna vera við í grøna skiftinum, og ikki bara ein elita, sum letur hvørjum stempul í vinstragrøna samvitskukortið, hvørja ferð tey løða teirra grøna elbil við, í øllum førum lutvíst, svørtum streymi.

Rani Andrasson Skaalum
Valevni - Miðflokkurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…
Við Tórði á túri millum standmyndir í Kl…
Fyrilestur: Hvussu gera vit, tá vit møta…
Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg
Stilass sett upp kring kirkjuna
Tá sjúka rakar – er vælferðarsam­felagið…
Eirikur í Jákups­stovu valdur á løgting
Gadus farin á nýggjan túr