Lýsing
Lýsing
Lýsing

HVAT VIL FÓLKAFLOKKURIN?

SKRIVAÐ: Aksel V. Johannesen  |  04.12.2022 - 13:00 Lesarabrøv Politikkur

Seinastu dagarnar hava valevni hjá Fólkaflokkinum aftur og aftur roynt at fortalt veljarunum, hvat hinir flokkarnir fara at gera, um teir koma til valdið. Serliga, hvat Javnaðarflokkurin ætlar. Stórur partur av tí, sum sagt verður, hevur einki við veruleikan at gera, men snýr seg bert um at ræða veljaran.

HVAT VIL FÓLKAFLOKKURIN?

 

Seinastu dagarnar hava valevni hjá Fólkaflokkinum aftur og aftur roynt at fortalt veljarunum, hvat hinir flokkarnir fara at gera, um teir koma til valdið. Serliga, hvat Javnaðarflokkurin ætlar. Stórur partur av tí, sum sagt verður, hevur einki við veruleikan at gera, men snýr seg bert um at ræða veljaran.

 

Eitt nú hava fleiri valevni hjá Fólkaflokkinum sagt, at Javnaðarflokkurin ætlar at niðurleggja partar av fiskiflotanum fyri at spara olju.

 

Hetta er sjálvandi ikki rætt. 

 

Loysnirnar til at leggja um til grønar orkuskipanir á landi eru longu tøkar, bæði hjá vinnuni og húsarhaldunum. Hesum stuðlar Javnaðarflokkurin fult og heilt, so vit sleppa av við dálkandi olju. Hetta er samstundis ein stór sparing, tí oljan er nógv dýrari enn grønu orkuloysnirnar.

 

Men enn er tøknin til at leggja um hjá skipaflotanum ikki tøk. Tá hon verður tøk, fer Javnaðarflokkurin sjálvandi eisini at eggja skipaflotanum til at leggja um til grønar orkuloysnir, so skipaflotin eisini sleppur undan dálkandi og dýru olju.

 

Ístaðin fyri, at valevnini hjá Fólkaflokkurin brúka sína orku til at loypa ótta á fólk við at siga hálvar sannleikar um, hvat øll onnur ætla, so eru míni ráð til Fólkaflokkin, at tit heldur fortelja, hvat tit ætla at gera, um Fólkaflokkurin kemur til valdið aftur.

 

Aksel V. Johannesen

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seldu alt eftir einum tíma
Feskur fiskur fæst í Neystinum
Høgni frálíkt úrslit
Semja gjørd um Vørn–sáttmálan
Radnicki-sigurin í topp 3 hjá KÍ
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
KÍ hevur vunnið átta milliónir higartil…
Uni Holm Johannesen: Innkeypskurvin
Guðstænasta og konsert í gjónni við Gjóg…
Ferðamanna­skip á Klaksvík
Hetta segði hann ikki av sær sjálvum
Video: Hetta er byrjanin til nakað nýtt
Enn ein varði í altjóða søguni hjá KÍ
Skipa ein føroyskan kapitalmarkna
Kleyvar frúgv liggur á Elduvíksvegnum
Lat okkum seta aldursmark á sosialar mið…
Myndarøð: KÍ - FK Radnicki 1923
KÍ vann 1-0
U19 lands­lið­ini í sandflogbólti dystast…