Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skúlin er ikki fyri øll!

SKRIVAÐ: Christian Guttorm Mathisen  |  07.12.2022 - 23:18 Myndarøð Politikkur Tíðindi

Eg eri ikki journalistur, advokatur, lækni ella aðrir fínir titlar. Eg haldi, at onkur má sleppa inn um tingsins gátt, sum kennir til gerandisdagin hjá vanliga borgaranum.

Eg havi siglt alt mítt lív; viðhvørt gongur tað gott og viðhvørt minni gott. Eg kenni til mótvind og viðvind.

Eg stilli ikki upp, fyri at fáa eitt arbeiði, tí arbeiði kann eg fáa í hópatali. Eg stilli upp, tí at onkur má sleppa at umboða vanliga borgaran í Føroyum. Velur tú meg, verði eg tín rødd á tingi!

Eg havi seinastu vikuna verið til valfundir og onnur stór og smá tiltøk kring landið. Eg má siga, at eina løtu ivaðist eg, hvat eg nú hevði rótað meg uppí! Tey flestu lova nógv og rópa hart (latið tykkum ikki lumpa av hesum!).

Tey tosa um tey ungu og um útbúgvingar. Eingin teirra nevnir tey av tykkum ungu, sum ikki orka skúla og ynskja, at koma út í vinnuna.

Tey bjóða trygdarskeið til 10. flokk. Sjáldan havi eg møtt einum fiskimanni/kvinnu, sum hevur 10. flokks fráfaringarroynd. Fleiri av tykkum royna at sleppa umborð á skip og verða oftani avvíst, tí at trygdarskeiðið manglar.

Eg haldi persónliga - og veit frá royndum - at 15-16 ára gomul gerast ikki sjófólk av einum trygdarskeiði. Eg haldi, at ein ungur persónur, ið vil royna  sjólívið, skal sleppa at royna seg og at vit sum land, kunnu seta okkara egnu krøv til okkara fiskiskip. Bæði skipari og manning á flestu fiskiskipum í Føroyum hava stóran kunnleika til trygd á sjónum og trygdarútgerðin umborð á flest øllum føroyskum skipum er í hásæti. Tí haldi eg, at kravið um trygdarskeið kundi blivið broytt til 18 ár.

Stórur mangul er upp á fólki í vinnuni og tí skulu vit eggja ungum at royna seg, heldur enn at styggja tey burtur.

Skúlin er ikki fyri øll.

Lat tey ungu sleppa at royna seg. Tey eru framtíðin - eisini á sjónum!

X við Christian Guttorm Mathisen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eldrahugni í Betesda
Tey heimleysu
Fólka­flokku­rin vil hava gongd aftur á ol…
Hvar er veruliga tjóðarsemjan?
Ein burðardyggur landbúnaðar­politikkur
Sambands­flokku­rin hevur greiðasta fólkat…
Tú má arva tín hjúnafelaga - Lívrentan e…
Omma og abbi mín vóru ikki tvær byrðar.…
Sjúrður Skaale verður greiður toppskjútt…
188 fólk fleiri valdu enn í 2022
Javnstøða má eisini fevna um dreingir, m…
Meðan vit bíða
VELJIÐ LISTA A TIL FÓLKA­TINGSVALIÐ!
Vinnan er loysnin á bústaðar­trupulleikan…
Skjóta viðgerð og hjálp
Familjulív, skúlalív, felagslív, vinnulí…
Várljóð 6. – 11. apríl 2026
Nú javnar valluttøkan seg
Meðan val er
- Hevur týdning at tú gevur tí so nógv r…