Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kvinnan skal vera offur

SKRIVAÐ: Tummas Jóhan í Djónastovu  |  16.12.2022 - 19:45 Lesarabrøv Politikkur

Heldur enn at seta kvinnuna í offurrolluna við at siga “Menn fáa nógv meira í løn enn kvinnur”, so kundi KVF heldur greinað, HVÍ kvinnur tjena minni enn menn.

 

"Menn fáa nógv meira í løn enn kvinnur... Kortini eru ikki nógv fleiri menn løntakarar enn kvinnur.

28.000 løntakarar vóru í november; 13.623 kvinnur og 14.377 menn."

 

Soleiðis stendur skrivað á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya í dag.

Hagstovan liggur inni við góðum tølum, sum kunnu kasta ljós á, hví støðan er so.

 

Millum annað kann vísast á, at frá 2005 til 2013 arbeiddu millum 49% og 66% av kvinnum parttíð. Hinvegin var talið millum menn millum 14,5% og 19,7%.

Man kann siga, at hóast hesi tølini eru støðug yvir 8 ár, so eru tey gomul. Gamaní, men har vísa fyribilstøl hjá Hagstovuni frá 2021, at áleið 44% av kvinnum og (bert) 14% av monnum arbeiða parttíð.

 

Um vit hyggja eftir løngjaldingum og løntakarum býtt á vinnugreinar (uttan "Ótilskilað v.m.") síggja vit, at best løntu løntakararnir í 2021 eru í "Fiskiskapur", "Ráevnisvinna" og "Sjóflutningur". Løntakararnir í hesum vinnugreinunum tjena í miðal ávikavist 748 t., 702 t. og 589 t. um árið. Kynsbýtið ímillum hesar vinnugreinar er ávikavist 4% kvinnur, 8% kvinnur og 18% kvinnur.

Hinvegin er ein meiriluti av kvinnum á tí 4. mest tjenandi vinnugreinini "Fígging og trygging" (62%).

 

Tá ið skrivað verður "Menn fáa nógv meira í løn enn kvinnur..." uttan nakra grundgeving, gevur hetta eina skeiva mynd av, at kvinnur eru fyri vanbýtið. Hetta skapar øsing og eina kenslu av órættvísi.

Har eru góðar grundgevingar fyri, hví støðan er, sum hon er. Millum annað val av arbeiðstíð og arbeiðsøki.

 

Viðvíkandi arbeiðstíðini, so vísa tøl frá manntalið, at tað er ein meiriluti av kvinnum, sum er nøgdar við at arbeiða niðursetta tíð.

 

Tá ið tey týdningarmiklastu viðurskiftini viðvíkjandi lønarlagi verða tikin við, vísir tað seg, at tað gevur góða meining hví konufólk tjena minnið enn mannfólk.

Heldur enn at seta kvinnuna í offurrolluna við at siga “Menn fáa nógv meira í løn enn kvinnur”, so kundi KVF heldur greinað, HVÍ kvinnur tjena minni enn menn.

 

Tummas Jóhan í Djónastovu

 

 

Keldur:

Arbeiðsvirkin skift á parttíð/fulltíð (fram til 2013): https://statbank.hagstova.fo/pxweb/fo/H2/H2__AM__AM01/afk_parttid.px/

 

Løntakarar skift á arbeiðstíð, fastlønt (2021): https://statbank.hagstova.fo/pxweb/fo/H2/H2__DEV__LA/fastl.px/

 

Arbeiðsvirkin eftir arbeiðsvikutímatali, ynsktum tímatali... (Manntal): https://statbank.hagstova.fo/pxweb/fo/H2/H2__MT__MT06__MT0604/MT361.px/

 

Løntakarar skiftir á vinnugrein, kyn,..: https://statbank.hagstova.fo/pxweb/fo/H2/H2__AM__AM03/lont_vgmd.px/

 

Lønargjaldingar skiftar á vinnugrein, kyn og mánaðir: https://statbank.hagstova.fo/pxweb/fo/H2/H2__AM__AM04/lon_vgmd.px/

 

Arbeiðsvirkin eftir arbeiðsvikutímatali, ynsktum tímatali, kyni og aldri (Manntal): https://statbank.hagstova.fo/pxweb/fo/H2/H2__MT__MT06__MT0604/MT361.px/

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fólk tosa um KÍ tí tey hava áhuga og tað…
Roynt verður nú at skipa fyrstu breiðu s…
ABC fara til forhandl­ingar í morgin
Hópfígging til telduspælið Beyond the Py…
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…