Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fríggjadagin vóru 30 ár síðan vanlukkuna í Borðoyarvík.

SKRIVAÐ: Andrass Skaalum  |  19.12.2022 - 07:00 Lesarabrøv Merkisdagar & Kunngerðir

Arbeiðsbólkur fyri útbúgvingum av sjúkraflutningsstarvsfólkum hjá Almanna- & Heilsumálaráðnum gav í 2007

út rapport, nevnd “Rapport om Uddannelser og Udstyr indenfor det Færøske Præhospitalsberedskab”.

 

Undir formælinum á síðu 7, dagfest 13. apríl 2007, hevur Hans Jákup Simonsen, formaður í bólkinum hesa heilsan :

 

“Denne rapport tilegnes.

 

Helikopterbesætningen på Vípan

 

Pilot Sveinbjørn Danielsen

Pilot Edmund Simonsen

Hoist-Operatør Eyðálvur Niclasen

Narkosesygelejerske Torgerð Lydersen

Læge Poul Allan Videbæk

 

Som gav deres liv i embeds medfør i de tidlige morgentimer den 17. december 1992 ved Borðoyarvík efter en vellykket patienttransport.”

 

Rætta dagfestingin er tó 16. Desembe 1992, sum havarí rapportini eisini sigur “ Den 16. December 1992 kl.0012 UTC“

 

Eg var til arbeiðis á Kongabrúnni hesa løtuna. (16. December 1992 kl.0012 UTC)

Dagligu teldu koyringarnar vóru avgreiddar og datagrunnar skuldu nú avritast – í rokanini vendi eg mær brádliga mót vindeyganum har ventilatiónsrørið var ført út, tí vindur og heglingur larmaðu brádliga so hart, sum eg ikki hevði hoyrt áður – ikki her í hesum innilokaða krókinum aftanfyri Niels L. Arge og Gjaldstovuna  -  undraðist á óvanliga illfýsna veðrið.

Eg gjørdi meg lidnan, fór heim at sova uml. kl. 02, so eg kundi tørna til aftur tíðliga sama morgun.

 

At eg skuldi verða vaktur, áðrenn hønurnar, við feigdarboðum, vardi meg ikki.

 

Manningin á tyrluni gingu høgt uppi sítt yrkið og vóru slóðbrótarar í føroyskari loftferðslu søgu.

Høvdu m.a. eisini samskifti við Atla Dam, løgmann, um “fix wing” ætlan.

Hugsaðu um innanoyggja flúgving við smærri flogførum og arbeiddu við ætlan um hóskandi smáar flogvøllir kring megin oyggjarnar.

 

Æra verið minni um :

·       Sveinbjørn Severin Danielsen, flogskipara

·       Edmund Simonsen, flogskipara

·       Eyðálvur Niclasen, slyngrumann (Hoist-Operatør).

·       Torgerð Lydersen, Narkosusjúkrasystir

·       Poul Allan Videbæk, lækna.

 

 

Virðingarmest

Andrass Skaalum

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Konsertrøð við sello og klaver
Í KVØLD: KOM TIL DYST OG VINN GÁVUKORT Á…
Sjókovin skipar fyri fiski­vinnu­tiltaki í…
- Tunnilsgjaldið hevur ongan týdning lon…
- Sangskriving og tónleikafram­leiðsla he…
Virkið Vár: Hugni við skótunum
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Virkið Vár: Stjørnan bjóðar til Trille T…
Tiltøk í vikuni
Støkk havt aðalfund
Nýggi leiðarin í Kvinnu­húsi­num er Asløg…
Virkið Vár: Várkafé á bókasavninum
Nógvir kendir og sera spennandi nýggir t…
Nýtt staklag og sjónbandalag frá Eivør 
Fimleika­høllin verður veruleiki!
KÍ spældi seg trygt í hálvfinalurnar
Marius Ziska á Tórsfest 2026
Vikuskiftirmøtir hjá kirkjuliga missións…
Býráðsskráin 30. apríl
Virkið Vár: Verkstova um matoyðsl í Róti…
Lýsing