Astri Luihn og Arnold Vegghamar í BankNordik-savnið
Árliga stuðulsavtalan millum BankNordik og Sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið at keypa nýggja føroyska samtíðarlist gevur eisini savninum møguleika at umboða fleiri listafólk.
Higartil havi vit keypt 26 listaverk. Eftir hesum sama leisti keypti BankNordik-savnið í oktober 2022 níggju listaverk eftir Arnold Vegghamar, listamann, og í november 2022 keyptu vit fýra listaverk eftir Astri Luihn, listakonu
Astri Luihn
Astri Luihn er málari og grafikari. Sum myndlistakvinna er Astri Luihn formliga sæð sjálvlærd, men altíð og líka til í dag er hon ávirkað og eggjað av at vera saman við og granska lærd listafólk.
Avgerandi týdning fyri, at Astri Luihn mentist listaliga, hevði tað, at hon frá barnaárum av vitjaði á verkstøðunum hjá grafikarunum Vilhelm Tveteraas og Henrik Finne, ið báðir – eins og Edvard Munch – gjørdu træskurðir eftir norskari siðvenju.
Í list síni arbeiðir Astri Luihn bæði við abstraktum og figurativum formmáli. Myndirnar, ið savnið hevur keypt, eru náttúrulýsingar, og tað bera heitini eisini boð um - ”Summarnátt og Sjón í havi”.
Astri Luihn hevur havt og verið við í mongum framsýningum í Føroyum, Danmark, Noregi, Týsklandi og á Leopold Museum í Wien.
Eisini hevur Astri Luihn myndprýtt Skúlan á Argjahamri, Tórshavnar Musikkskúla og Skúlan við Streymin.
Arnold Vegghamar
Hugurin at tekna og mála hevur hann havt frá ungum aldri av. Hann luttók á Ólavsøkuframsýningini í 1957 á fyrsta sinni.
Arnold Vegghamar kallar seg sjálvlærdan listamann. Fyrstu frálæru innan málningalistina fekk hann á listaskeiðinum 1959, sum Ingálvur av Reyni, Janus Kamban og Jack Kampmann skipaðu fyri.
Arnold Vegghamar hevur í sínum málningum frá fyrstan av nomið við fleiri ismur innan málningalistina. Arnold Vegghamar býr á Viðareiði, og náttúran er kringum hann - ein ótømandi íblástur. Myndevnið hansara er í stóran mun tey klassisku – fjallið, bygdin og havið, men málningastílurin er egin. Í myndum sínum vísur Arnold Vegghamar áskoðaranum sína tulking av landslagnum, og hann nýtir serstakar sterkar litir, og myndevnið er einfalt endurgivið. Hesin serstaki stílurin sæst eisini í bygdamyndum hansara, har húsini standa við nógvari frástøðu og líkjast smáum kubbum. Hesin stílurin er minimalistiskur og er í slekt við ekspressionismu og naivismu. Viðareiðismálarin hevur skapað sín serstaka stíl og er trúfastur ímóti.
Arnold Vegghamar hevur havt fleiri framsýningar í Føroyum, Danmark og í 2008 á Leopold Museum í Wien.
Í 2015 fekk Arnold Vegghamar heiðurin at vera heiðursborgari á Viðareiði fyri sítt listarliga avrik.