Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroysk KT-vinna og samstarv við Ísrael

SKRIVAÐ: Øssur Patursson  |  16.01.2023 - 18:04 Lesarabrøv Vinna

Skulu yvirtøkur fremjast, so fullveldi letur seg gera, so krevst pengar. Og til pengar krevst inntøkur.

Sagt við øðrum orðum: Jú meiri pengar Fullveldi Føroyar forvinnur, jú fleiri bein vit hava at standa á, tess tættari koma vit einum veruligum fullveldi.

Vit hava sera dugnalig og ágrýtin fólk sum starvast í okkara fiskuvinnu, alivinnu, og ferðavinnu, og øðrum atvinnum hvønn dag, og skapa ein rúgvu av virðum til landi.

Vit hava sera dugnalig og ágrýtin fólk sum starvast í tí almenna, sum gera at tær privatu vinnurnar kunnu rigga undir teimum bestu treytunum og karmunum.

Tað almenna og tað privata eru tengd at hvørjum øðrum, og saman gera tey tað soleiðis, at alt samfelagið melur runt og riggar.

Men sjálvt um vit hava fjølbroyttar privatar fyritøkur og sterkar almennar stovnar, so ber saktans til at vaksa um samfelagskøkuna, og gera tað enn betur, tí alt hetta nevnt omanfyri gevur okkum før fyri at taka við nýggjum avbjóðingum.

Her er góður møguleiki at menna eina sterka KT-vinnu, sum eisini kann útflyta dyggar føroyskar KT-loysnir.

 

KT-vinnan kann verða við til at menna hesar súlur:

KT-loysnir til tess at fremja grøna orkuskiftið
KT-loysnir innan aling og fiskavirking
Miðvíst at nøkta vaksandi tørvin á heilsu- og borgaratænastum
Útbúgva fólk til KT-vinnuna og talgildu framtíðina
Skapa karmar, sum kunnu vera munadyggar fyritreytir fyri KT-vøkstri.
 

Føroyar kunnu menna sína KT-vinnu langt á leið við at hava eitt vinnuligt samstarv við Ísrael.

Við einari virknari íverksetaramentan, einum sterkum tøkniligum undirstøðukervi, og einari sera vælútbúnari arbeiðsmegi, so er nýmenning og nýskapan eitt tað mest nátúrliga tilfeingi hjá Ísrael.

Ísrael er ein stórur spælari, tá tað kemur til menning av KT og hátøkni.

Globalar avbjóðingar fara framhaldandi at krevja ansni og íløgur í ymiskar vísindagreinar innan veðurlagstøkni, sum koma at hava við sær eina umveltandi nýskapan.

Lívtøkni, mattøkni í sínari heild, alternativ protein, landbúnaðartøkni, orkutøkni, og tøkni innan vetni koma at vera loysnirnar til hesar stóru avbjóðingarnar hjá mannaættini.

Ísrael er førandi innan nýmenning og nýskapan, so hví ikki fáa eitt munagott samstarv í lag, so vit eisini kunna fáa eina mentan innan nýmenning og nýskapan her á landi, sum kann vaksa nógv um samfelagskøkuna, BTÚ og inntøkur til at fremja meiri yvirtøkur.

Við framburðs- og tjóðskaparkvøðu

Øssur Patursson

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…