Lýsing
Lýsing
Lýsing

Politikkur á Føroya Løgtingi

SKRIVAÐ: Steingrim Abrahamsen  |  17.01.2023 - 22:24 Lesarabrøv Politikkur

Í desember mánað høvdu vit løgtingsval og nýtt landsstýri varð skipað. Ætlaninar eru stórar. Burtur úr samgonguskjalinum millum javnaðarflokkin, tjóðveldi og framsókn er nógv týðindi mál, sum henda samgonga hevur sett sær fyri at fáa framt:

 

 

 

·      ein haldføran og sjálvberandi búskap fyri okkum og komandi ættarlið.

·      tryggja vælferðartænasturnar og eina burðardygga langtíðarfígging, skapa betri tænastu til fólk og lyfta lønirnar, útbúgvingarnar í vælferðarstørvum.

·      lætta um gerandisdagin hjá løntakarum og familjum við skatta- og avgjaldslættum, stytri arbeiðsviku og ítøkiligari hjálp til sperdar familjur.

·      tryggja møguleikarnar at seta búgv fyri ein rímuligan penga í øllum landinum.

·      Vit vilja skapa eitt samfelag við frælsi, javnrætti, rættartrygd og javnsettum møguleikum.

Hesi  fimm punktini úr samgonguskjalinum fevna um viðurskifti hjá ungum og gomlum familjum, sum er avgerandi fyri at gerandisdagurin fungerar og hongur saman, tá tú ert ungur og skal seta búgv ella tá tú gerst gamal og hevur brúk fyri hjálp. Men samstundis mugu vit staðfesta, at hetta eru øki, sum ikki fungera nóg væl. Vit kunnu øll skriva undir upp á hesi høvuðsmál. Punkt fimm virkar tó í so utopiskt og slitið.

Tað, sum hevur eyðkent seinastu samgonguna, er, at hon hevur havt trupult at fingið semju ella konsensus um mál, sum ikki eru so torgreidd. Eitt nú málið um gongd í haga. Hetta málið kostaði landstýrismanni sessin. Nýggjur landsstýrismaður varð valdur og hann – sum er bóndi – kláraði heldur ikki at loysa málið. Bøndurnir sita við einum festi, sum er landsjørð, tvs. at landið eigur jørðina, sum teir umsita. Tað kann tí tykjast ógvuliga løgið, at politikkarar, sum umboða ‘eigaran’, ikki kunnu finna  út av at lóggeva á hesum øki. Alla aðra staðni í heiminum kann landið seta lógir í verk, sum er galdandi fyri ognirnar, landið eigur.Tað ber ikki til at gera allar partar nøgdar í hesum máli, tí hava vit landsstýri og løgting at taka avgerð og lóggeva– ella er skeggið ov nær høkuni?

Mál um gongd í haga er ein avleiðing av teimum mongu ferðafólkunum, sum koma til landið og vilja sleppa at vitja tey serstøku plássini í Føroyum, eitt nú Saksun, Kalsoynna og Mykines. Men her hava teir landspolitisku myndugleikarnar sovið í tímanum. Teir hava als ikki gjørt ein langtíðarætlan fyri útoyggjarnar. Hvat skulu tær brúkast til? Í útjaðaraoyggjunum Svínoy, Fugloy, Skúgvoy og Mykinesi er fólkatalið komið so langt niður, at oyggjarnar hava ilt við at fungera sum ein eind. Tey flestu, sum búleikast her eru um pensjónsaldur og eldri. Fyri 21árum síðan – í 2001 – kom út Útoyggjaálit, sum Løgtingsskrivstovan stóð fyri. Har trutu ikki hugskot, hvat kundi gerast á útoyggj. Men ikki nógv av hesum hugskotum eru framd í verki. Alment stuðlaða ferðavinnan vil hava fleiri ferðafólk til landið, so at hotellini kunnu fyllast. Nú skulu mentanarupplivingar gerast burðardyggar. Alt ov nógv ferðafólk eru seinastu árini komin til útoyggjarnar, men her eru lokalu fólkini als ikki tikin upp á ráð, hvussu hesin ferðastreymur kann skipast á skynsamasta hátt.

Eitt annað fyribrygdi, sum ger, at mál ikki verða avgreidd, er, at løgtings- og landsstýrisfólk taka feil av samkomuhúsi og løgtingi. Løgtingið er eitt sekulert hús, har grundgevast skal við støði í okkara samfelagsligu viðurskiftum.

Eitt annað mál, sum verður tikið upp í miðlunum við millumbili, er lukrativa pensjónsskipanin hjá løgtingsfólki.

1.januar í ár skrivar Eirikur Lindenskov soljóðandi grein á in.fo:

“Løgtingsfólk hava eina ta bestu pensjónsskipanina, sum hugsast kann. Tey fáa tænastumannapensjón og kunnu fara frá við fullari pensjón, tá tey eru 60 ár. Fyri at at upptjena fulla pensjón skulu tingfólk bara hava sitið á atingi í 16 ár, meðan onnur brúka 37 ár til at vinna sær hesi rættindi.

Hjá landsstýrifólki var skipanin enn betri, tí tey kundu fáa fulla pensjón, tá tey hava sitið í landsstýrinum í átta ár – og tí eru nógvir politikarar, sum hav eina fulla landstýrispensjón til góðar – og fleiri av teimum, sum nú sita á tingi, kunnu fara frá við pensjón sum 60 ára gamal. Resta nøkur ár í fyri at fáa fulla pensjón, so kunnu landsstýrisfólk leggja árini, tey hava sitið í løgtinginum fyri at fáa fulla pensjón.

Skipanin hjá landsstýrisfólki varð broytt  í 2015 – og tey landsstýrisfólk, sum tóku við eftir valið í 2015 fáa ikki tænastumannapensjón, men fáa eitt pensjónsinngjald upp á 15%, sum tey kunnu gjalda til eina privata pensjónsskipan, Júst sum onnur fólk. Av tí at tey mistu rættin til tænastumannapensjón, fóru tey 30 prosent upp í løn.

Tað lá í kortunum í 2015, at tá Kaj Leo Holm Johannesen hevði lagt lógaruppskotið fram, sum snúði seg um landsstýrisfólk, so skuldi løgtingsformaður gera tað sama fyri tingfólk. Tað bleiv ongantíð gjørt.

Tá Páll á Reynatúgvu var løgtingsformaður frá 2015 til 2019 var nevnd ein nevnd sett at gera eitt uppskot, sum fór í nevnd, men tað steðgaði har. Jógvan á Lakjuni hevur ikki tikið arbeiðið uppaftur í síni formanstíð.”

Nú lovar nývalda løgtingsforkvinnan  at taka málið uppaftur.

Spurningurin er so, hvussu nógv vit skulu leggja í hetta lyftið. Er hetta upp á kvamsvís. Tað vísir seg, at løtingsfólk eru sera trek at broyta sína løn, so at tey ganga undir somu treytir sum vanligi borgarin.

Tá talan er um føroyskar politikkarar, og hvussu teir bera seg at, tá fyri borgararnar átrokandi mál skulu loysast, so er tað ein mynd, sum rennur tær í huga. Tað er mynd av fólkum, har armar og bein eru hovnað óvanliga nógv, so at tey hava ilt við at flyta seg. Sjúkan eitur elefantiasis og finst í teimum tropisku londunum. Okkara politikkarar mala  sum ketta um heitan greyt og standa sum ryssa yvir deyðum fyli og hava ilt við at flyta seg, tá týðandi mál fyri vanliga borgaran skulu loysast Men so títt og knapt tað snýr seg um at hækka egna løn, pensjón við meira, so er einki óført.

Øll henda pensjónsskipanin hjá løgtings- og landsstýrisfólki minnir ikki sørt um viðurskiftini, sum eru galdandi fyri politikkarar í bananlýðveldum.

Lat okkum vóna, at politikkarnir taka annað skinn um bak, tí tað eru nógv sera átrokandi mál at loysa:

·      Arbeiðspláss, sum skulu ansa børnum, teimum eldru, sjúku og veiku rópa eftir arbeiðskraft.

·      Alment stuðlaða ferðavinnan skal hava fastar lógarkarmar at arbeiða undir, tá

treytir skulu setast fyri, hvussu nógv ferðafólk skulu sleppa út til tey áhugaverdu støðini sum Mykines, Fugloy og Svínoy.  Henda vaksandi ferðavinna, sum hóttir føroysku náttúruna, gagnar ikki vanliga føroyinginum. Alment stuðlaða ferðavinnan eigur at leggja sær í geyma, at “ flest merkir ikki altíð best.”

·      Stórur tørvur er á læknum og serlæknum, sjúkrarøktarfrøðingum, námsfrøðingum, heilsuhjálparum og øðrum. Vit hoyra dagliga í miðlunum um mammur, sum hava børn við serligum tørvi. Tey hava verið í samband við Almannaverkið, men fáa einki svar haðani.

·      Føroyar eru við at gerast eitt samfelag, har stórar vinnufyritøkur  eru væl stuðlaðar av útlendskum kapitali. Neyv lóggeving krevst á hesum øki.

 

 

Steingrim Abrahamsen

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Stjørnan á veg norður úr Vági við tveimu…
Tí hevur HB meldað avboð til Klaksvíkska…
Tríggir dagar við friði og ongari telefo…
Ein eyðkendur viðingur við Garðavegin
U10 hjá Team Klaksvík er í steypafinalun…
KÍ og Víkingur, kvinnur, í venjingardyst…
Teir fiskaðu væl í nátt
Størst avreiðingarvirði í bólki 4T í 202…
Myndir í trúnni
Úr bakskuti í framskut
Vitjan av lands­stýris­manninum
KÍ vann á Eiði
9 nýggir lærlingar í Articon
Føroysk framleiðsla í 135 ár
Luc Kassi fær sáttmála við KÍ
Veðrið um vikuskiftið
Heilsufótbóltur aftur á skrá
Hevur tú fingið spurnarblað?
Ert tú ”gudiligur”