Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nú er nakað væl lýggjari veður, enn tað var frá byrjanini av desember í fjør til seinasta vikuskifti. Størsti partur av kavanum er vekk. Fyribils sæst eingin kavi aftur í bræði, tó at vátakavi kann vera blandaðar regnið fríggjadagin hesa vikuna. | Mynd: Gunrið Kallsberg

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  23.01.2023 - 07:18 Tíðindi Veðrið

Hesa vikuna fer veðrið at vera eitt bland av ymiskum. Tað vera skiftandi ættir, men tó mest útsynningur. Løtur vera við kaldari høgætt, men tær vera ikki liggjandi.

Tá ið tað kemur til vind, so er ikki nógvur vindur í dag, men nakað meiri í morgin. So minkar aftur, og hósdagin er bert eitt lot úr ymsum ættum. Fríggjadagin er aftur nakað av vindi.

Løturnar við avfalli fara eisini at vera skiftandi. Dagurin við mesta regnnnum er í dag; hinar dagar fara at vera løtur við regni. Fríggjadagin kann fara at vera vátakavi uppí.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: Norðanfyri sunnan, lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skýggjað og regn. Sunnanfyri frískur vindur upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, skýggjað og regn. Út á fyrrapartin gongur ættin upp í útsynning. Seinnapartin hækkar hann upp í norðan og minkar vindin niður í eitt lítið lot, undir 5 m/s, tað slítur í og verður eitt sindur klárari. Í kvøld er eitt lítið lot úr ymsum ættum, undir 5 m/s, skýggjað og fyri tað mesta turt. Í nátt lot til frískt lot, av landsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og regn. Í morgin ári veksandi vindur av útsynningi upp í frískan vind til hvassan vind, 10 til 15 m/s, skýggjað og ælaveður.

Hitin í dag fer at liggja millum 5 og 9 stig.

Týsdag: Útsynningur, 8 til 13 m/s, skýggjað og regn. Út á fyrrapartin veksur vindurin upp í 10 til 15 m/s, skýggjað og fyri tað mesta turt.  Um kvøldið útsynningur, 8 til 13 m/s, smáskýggjað og regn. Um náttina vestan 8 til 13 m/s, smáskýggjað og ælaveður.

Hitin týsdagin millum 7 og 9 hitastig.

Mikudag: Vestan, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Út á fyrradagin hækkar hann upp í norðan, enn 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður. Seinnapartin og um kvøldið norðan, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Um náttina melur úr ymsum ættum, minni enn 5 m/s,

Hitin mikudagin millum 3 og 6 stig. Um náttina niður í frostmarkið.

Hósdag: Útsynningur, 3 til 8 m/s, klárt og fyri tað mesta turt. Seinnapartin 5 til 10 m/s, klárt og og fyri tað mesta turt. Um kvøldið dregur á luftina, tað verður skýggjað og okkurt ælið.  

Hitin hósdagin fer at liggja millum 3 og 7 stig.

Fríggjadag: Útsynningur, 10 til 15 m/s, skýggjað og regn. Seinnapartin veksandi vindur av vestri upp í 15 til 20 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður við regni og vátakava.

Hiti fríggjadagin millum 4 og 7 stig. Um kvøldið og náttin niður ímóti frostmarkinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tøkk
Veðrið í vikuni
Norð­oyastevnuskrúðgonga og -røða í fagra…
Vit liggja nummar eitt !!
So skeyt hann!
Miðnáttarsamkoma
Team Klaksvík hevur neytalortakapping í…
KÍ tók oddasessin á Norð­oyastevnu
FRAMSÍNING VIÐ ELLISAKFØRUM
Norð­oyastevnuskráin sunnudagin
Sølvará heldur føðingardagstalu
Klaksvíkar Boksing: - Kom og royn teg
- Onkur má for ólukkan vera góður við ty…
Myndarøð: Kappróður á Norð­oyastevnu
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…