Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tjóðbankin: Fiskiskapurin í Barentshavinum hevur stóran búskaparligan týdning

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.05.2023 - 08:20 Tíðindi

Fiskiskapurin í Barentshavinum er sera gagnligur fyri føroyska búskapin, tí tað er góð váðaspjaðing fyri fiskivinnuna. Hetta skrivar danski Tjóðbankin í nýggjari greining av føroyska búskapinum.

Búskaparfrøðingar hjá danska Tjóðbankanum gjørdu í januar í ár eina frágreiðing um føroyska búskapin. Í tí sambandi vístu teir millum annað á búskaparliga týdningin av føroyska fiskiskapinum í Barentshavinum. 

Sambært einum nógv umrøddum uppritið frá trimum føroyskum búskaparfrøðingum til Løgmansskrivstovuna, hevur fiskiskapurin í Barentshavinum ikki so stóran samfelagsbúskaparligan týdning. Hetta avdúkaði Bárður á Steig Nielsen, fyrrverandi løgmaður, í samrøðu við Kringvarpi í næstsíðstu viku.

Búskaparfrøðingarnir hjá danska Tjóðbankanum eru ósamdir við hesa niðurstøðu:

“Færøsk fiskeri har stor gavn af at kunne fiske i forskellige farvande, så man ikke er afhængig af, at fiskene netop svømmer ind i færøsk farvand. En række internationale aftaler har historisk sørget for, at nabolande kan fiske i hinandens farvande, hvilket har fungeret som en risikospredning. Senest har Færøerne i november 2022, ligesom Norge tidligere samme år, forlænget deres aftale med Rusland. Den giver færøske fiskere adgang til den russiske del af Barentshavet, imod at russiske fiskere får adgang til færøsk farvand. Ud over fiskeriaftalen har Rusland også i flere år været den største aftager af færøsk fisk. Det har ændret sig i 2022, hvor der indtil videre stort set ikke er blevet solgt fisk til Rusland. Da sanktionerne mod Rusland ikke omfatter fødevarer, skyldes det i høj grad, at selskaberne selv har undladt at sælge til Rusland.”

Øll frágreiðingin hjá Tjóðbankanum um føroyska búskapin kann lesast á heimasíðu bankans

Ein av búskaparfrøðingunum handan frágreiðing Tjóðbankans er Thomas Damsgaard Tørsløv. Hann luttekur eisini í einum podcasti um frágreiðingina, har hann eisini staðfestir stóra búskaparliga týdningin av fiskivinnusamstarvinum við Russland í Barentshavinum.

Tjóðbankin staðfestir eisini, at Føroyar eins og Norra í november 2022 longdu samstarvsavtaluna við Russland um fiskiskap um Barentshavinum. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
B36-KÍ verður leygar­dagin
Nýtt Smílibýli - Eystur­býu­rin er fyri mi…
ICES fundur á Havstovuni
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Berint fekk 1.300 pund við snellu
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Kyn og samleiki í dag - hvat vita vit?
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti
Ternan røkir Kalsoyar­leið­ina til 22. mai
Ársfrágreiðing frá Lands­banka­num 2025
Uttanríkis- og fiskimála­ráð­har­rin vitjað…
Politisk niðurraðfesting av barnavernd
Bestu leikarar og ársins lið eru vald
Alt streingir ið tóna
Enn eitt stórt vónbrot hjá KÍ móti botnl…