Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eitt sindur av vindi alt vikuskiftið av útsynningi ella vestri. Løtur við regni, men annars fyri tað mesta ælaveður. | Mynd: Rani Nolsøe

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  03.02.2023 - 16:00 Tíðindi Veðrið

Hetta vikuskiftið fer veðrið í Føroyum at vera stýrt av lágtrýstum við Suður- og Eysturgrønland. Tey eru sera djúp, og tað er nógvur vindur og nógv avfall rundan um tey. Tann mesti vindurin røkkur ikki allan vegin til okkum, men tó eitt sindur av honum.

Brúgvaløgini, ið hoyra til hesi lágtrýst røkka allan hendavegin til Føroya.

Nú seinnapartin fríggjadag er ættin landsynningur sunnan, vindferðin er í miðal fyri landið 5 til 10 m/s. Skýggjað er og regn kring alt landið.

Tað fer at regna eina løtu afturat, til brúgvalagið er farið eysturum. Hetta verður um 20 tíðina í kvøld. Tá slítur í, men tó er ælaveður við regni. Vindferðin er væntandi tann sama alt kvøldið og í nátt eisini.

Í morgin ári fer vindurin at veksa eitt sindur, upp í 8 til 13 m/s. Út á fyrrapartin – um 10 tíðina – fer at regna. Hesaferð er tað ein kuldabrúgv, sum fer framvið. Hon ger skjótt av, tí longu um 13 tíðina er hon farin eysturum, og tá slítur í – tó ælaveður, ættin støkkur upp í útsynning, og vindurin veksur upp í 10 til 15 m/s. Og soleiðis er veðrið restina av degnum og um kvøldið eisini.

Sunnunáttina minkar vindurin eitt sindur, niður í 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Út á morgunin lækkar hann niður í útsynning og veksur vindin aftur upp í  10 til 15 m/s, smáskýggjað og turt fyri tað mesta. Út á seinnapartin fer at regna eina løtu. Um kvøldið er aftur turt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…