Lýsing
Lýsing
Lýsing
Savnsmynd | Mynd: Oliver Joensen

Størst avreiðingarvirði í bólki 4T í 2022

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  04.02.2023 - 14:24 Tíðindi Vinna

Sjey trolarar eru í bólki 4T.

Av teimum sjey bátunum, so vóru teir tríggir, ið seldu fyri mest í 2022, sera javnir í avreiðingarvirði. Tí teir lógu allir millum 11,2 og 11,0 milliónir. Fiskaklettur seldi fyri mest. Vit síggja í tølunum hjá Vørn, at tað hevur gingið framá síðstu trý árini, men nakað er upp til besta árið, sum var í 2018. Tá lógu tríggir teir bestu um 16 milliónir í avreiðingarvirði sambært Vørn. Í upprunaligu greinini høvdu vit talt alt við, men eftir at onkur hevur viðmerkt, so síggja vit, at tað gevur eina skeiva mynd at telja makrelin uppí, tí fleiri av árunum høvdu bara onrkir bátar makrel í avreiðingini, sum fylti stóran part av tí samlaðu upphæddini. Síðani 2017 hevur nærum eingin makrelur verið seldur í hesum bólkinum.

 


2022 topp 3 í bólki 4T í avreiðingarvirði:

1. Fiskaklettur 11,2 mió

2. Sigatindur 11,1 mió

3. Búgvin 11,0 mió

 


2021:

1. Skálafossur 8,8 mió

2. Búgvin 8,3 mió

3. Fiskaklettur 7,9 mió

 


2020:

1. Skálafossur 8,4 mió

2. Sigatindur 7,8 mió

3. Búgvin 7,5 mió

 


2019:

1. Skálafossur 14,3 mió

2. Fiskaklettur 14,2 mió

3. Sigatindur 12,6 mió

 


2018:

1. Jens Leon 16,3 mió

2. Fiskaklettur 16,3 mió

3. Sigatindur 15,9 mió

 


2017:*

1. Fiskaklettur 11,3 mió

2. Olga Maria 10,4 mió

3. Skálafossur 9,8 mió

*Makrelur ikki taldur uppí


2016:*

1. Olga Maria 7,5 mió

2. Hansa Maria 7,0 mió

3. Fiskaklettur 7,0 mió

* Makrelur ikki taldur uppí


2015:*

1. Hansa Maria 6,9 mió

2. Jens Leon 6,8 mió

3. Fiskaklettur 6,0 mió

*Makrelur ikki taldur uppí


2014:*

1. Fiskaklettur 5,8 mió

2. Hansa Maria 4,7 mió

3. Olga Maria 4,6 mió

*Makrelur ikki taldur uppí

 

Grein dagførd: 06.02.23 kl. 22.09

Lýsing
Seinastu tíðindini
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…