Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stjørnan á veg norður úr Vági við tveimum stigum í viðførinum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  05.02.2023 - 19:01 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Kvinnurnar hjá Stjørnuni gjørdu sína skyldu í dystinum á útvølli ímóti VB í dag. Dysturin, sum ikki var serliga væl leiktur, endaði við einum 24-20 sigri til Stjørnuna. Hálvleiksstøðan var 8-14 til Stjørnuna.                   

Við sigrinum er Stjørnan framvegis á fjóðra plássi, men munurin millum nummar tvey og nummar fýra er bert fýra stig. H71 er greitt oddalið við 31 stigum, Kyndil er á øðrum plássi við 24 stigum, Neistin hevur 22 stig og Stjørnan á fjóðar plássi hevur 20 stig. Á fimta plássi er VÍF við 18 stigum.                                               

Komandi sunnudag skal Stjørnan á heimavølli leika ímóti Kyndil. Skal Stjørnan gera sær vónir um at fáa eitt gott úrslit ímóti Kyndil, so skulu ”aðrir bollar í suppuna” í mun til avrikið í ídag, tað var snøkt sagt ikki nøktandi. Sonja Sirdal á Bergi kom á vøllin í dag, og saknurin av henni var eyðsýndur.

Málini hjá Stjørnuni skutur: Jancy H. Jacobsen, Tóra Eliasen og Mina S. Hendriksen 6 mál hvør, Julia Nalvik 2, Oddvør Josephsen, Joan Sørensen, Durita L. Johansen og Malene Madsen 1 mál hvør

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra