Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Antidemokratiskur landsstýrismaður!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  09.02.2023 - 21:44 Bloggur Politikkur

Landsstýrismaðurin í suðuroyartunnilsmálum, Dennis Holm, setur fólkaræðisligu grundreglurnar til viks, tá hann so gott sum bannar øllum orðaskifti um málið um ein Suðuroyartunnil, áðrenn Løgtingið hevur tikið endaliga støðu í málinum. Orðaskifti er annars sjálv GRUNDREGLAN í einum demokratii! Spurningurin er um heimsins kanska elsta parlament kann loyva sær at at hava ein antidemokratiskan ministara?

 

Mangt bendir á, at nýggi leiðarin á Strandferðsluni hevur skil á tølum og fígging, og at tað er tí, at hann hættir sær at skjóta upp, at ein farleið um Sandoynna kanska er ein møguleiki fyribils – ja, ein munandi bíligari og títtari møguleiki, meðan bíðað verður eftir einari endaligari loysn. Men her sigur suðuroyartunnilsmálaráðharrin kortanei. Hann hevur lýst orðaskifti um málið í bann – Suðuroyartunnilin er TABU – har er bara ein áskoðan galdandi, og tað er áskoðanin hjá teimum, ið eru av somu meining sum Dennis Holm. Fólk við hansara áskoðan verða aðrastaðni nevnd diktatorar og hildin at vera sera vandamikil – men hendan ”lógin” er kanska ikki galdandi fyri Føroyar?

Eru føroyingar veruliga so tápuligir og einfoldugir, at teir finna seg í, at ein persónur skal fáa loyvi til at leggja lok á alt oraskifti um søguliga størstu einstøku íløguna nakrantíð? Hoyrir tað ikki til eitt framkomið nútíðar-fólkaræði at lýsa eitt so múgvandi mál frá øllum møguligum sjónarmiðum? Eitt upplýst fólk strembar eftir at taka støðu á einum so væl upplýstum grundarlagi, sum til ber. Latið huldufólkamentanina fara í gloymskuna!

Tað kann vera, at tað er ikki bara Dennis Holm, ið dugir at rokna!  Kanska dugir hin rokniskaparkøni leiðarin á Strandferðsluni eisini at rokna, og kanska hevur hann størri innlit í talheimin enn landsstýrismaðurin í suðuroyartunnilsmálum? Kanska hevur Dennis hugsjónir, meðan strandferðslustjórin hevur hevur yvirlit (da. overblik). Bæði eru neyðug, men tilfeingið er, sum kunnugt, ikki óavmarkað! Lán skulu eisini gjaldast av felags tilfeinginum. Og gamla orðafellið Skeri eg teg her, so missi eg teg har! er enn galdandi, eisini í landsbúskapinum.

Undirritaaði er hvørki talkønur, jarðfeingiskønur, kønur innan verkfrøði, ei heldur í veðurlagnum í Suðuroyarfirði ella millum Dímunnar. Men eg loyvi mær kortini at hava eina meining um, at tað er aldrin rætt, at ávís evnir ella mál gerast TABU, eins og suðuroyingar og teirra tunnilsmálaráðharri vilja hava, at Suðuroyartunnilin skal vera. Tað skurrar í míni vitan og fólkaræðisligu mentan, at eitt slíkt megamál ikki skal kunna lýsast frá øllum sjónarhornum.

Dennis Holm vil óivað alt tað besta fyri sína heimoyggj – ein kundi ynskt, at hann og oyggjafelagar hansara eisini hugsaðu eitt sindur um fólkaræðið og um frælsa orðaskiftið, sum eru grundarlagið undir okkara samfelagsskipan. Og at tey hava í huga, at fjøldin, sum skal gjalda fyri hesa íløguna, býr norðanfyri, og tí eisini kann loyva sær at hava eina áskoðan!

PS! Í óndum løtum ímyndi eg mær, at tað í veruleikanum eru sambandsfólk, sum royna at trýsta Suðuroyartunnilin ígjøgnum, tí Føroyar fáa bara lán til hesa risaíløguna treytað av, at føroyska krónan er tengd at evruni, og tað merkir, at Føroyar verða tengdar at donsku krónuni og  ríkisfelagsskapinum, inntil allar seks milliardirnar eru afturgoldnar. So ”klap i Eders smaa Hænder”, sambandsfólk!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…