Lýsing
Lýsing
Lýsing

Koma fylling tíðarinnar

SKRIVAÐ: Jóhannes M. Olsen  |  10.02.2023 - 12:35 Lesarabrøv Mentan

”Men tá ið fylling tíðarinnar kom, sendi Gud son sín”, skrivar Paulus í Galatarabrævinum, møguliga á einum skirvisligum papyrusarki, at koma Kristusar her til Jarðar var ætlað at geva meining í søgu heimsins. Ikki ofta er sagt so nógv við fáum orðum. Orð Paulusar bera í sær ein sannleika sum hevur skapt søgu.

 

Men hesin sannleiki er tíverri ikki mál fyri søguligu vísindina, men harafturímóti tann sannleiki, sum Paulus slær fast, at tíðarinnar fylling kom. Og tær fylgjur, ið harav stóðust. At tíðins fylling kom, og fylgjan harav hevur viðført søgukanning o.a., men ikki sannleikan sjálvan. Bíblian er bæði tann heilaga skriftin og søguliga keldan sjálv.

So langt Bíblian er søgulig kelduskrift, hava søguskrivarar rætt, og nærmast plikt, at kanna og royna  hana. Av tí at hon inniheldur opinbering Guds, kann man ikki seta nakað upp ímóti Bíbliuni. Hon boðar, at menniskjan livir ímillum skapanina og dómadag. Í meir enn tvey túsund ár hevur trúgvin á hendan boðskapin verið eins og ugganartroyst menniskjunnar.

Vísindaástøði boðar, at menniskjan livir ímillum apuna og atombombuna. Trúgvin á henda boðskapin kemur undir okkara samtíðar-vónloysi. Jesu lærusveinar, gudsóttandi jødar, sum teir vóru, lá sum ”bevís” fyri, at meistari teirra var Messias, við at teir sjónliga vóru varugir við, at profetiini, ið heilagu skriftir teirra týðiliga sýndu teimum, vóru uppfylt. Tíðarinnar fylla var komin.

 

Jóhannes M. Olsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her