Lýsing
Lýsing
Lýsing

Húsarhaldsskúlin opið hús í morgin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.02.2023 - 23:28 Mentan Tíðindi

Framsýning av handarbeið, mótashow, café og opið hús á Húsarhaldsskúla Føroya týsdagin 14. feb.

Skeiðið á Húsarhaldsskúla  Føroya er við at verða liðugt og í tí sambandi skipa næmingarnir á skúlanum fyri stórari framsýning av tí handaliga arbeiðinum, sum teir hava gjørt.

Framsýning í ár verður eitt sindur øðrvísi, sum naka nýtt  verður  livandi verkstaður, har møguleiki er  at síggja næmingar gera ymisk handaligt arbeið. Á framsýningini fara næmingarnir at skipa fyri eina mótasýning  við klæðum frá  frá Bláa Krossi

Áhugin fyri endurnýtlsu  og matoyðsl er alsamt vaksandi og er hettar eisini nakað, sum Húsarhaldsskúlin  varpar ljós á.

Við  endurnýtslu fáa  klæðini nýtt og longri lív. Við at endurnýta eru vit eisini við til at hjálpa hvør øðrum og kunnu læra at fegnast um, at onnur fáa gleði av tí sum vit ikki longur hava tørv á, og øvugt.

Afturat verkstaði og mótasýning  fara  Paulina Eliasen og Jenny Kastalag handarbeiðslærarar  at greiða frá um ymiskir handarbeiðsteknikkir.

Á framsýningini verður  høvi hjá teimum vitjandi at fara á cafe, fáa okkurt leskiligt  undir góman  afturvið einum góðum kaffimunni.

Eisini er opið hús har kanska serliga komandi næmingar og foreldur teirra, kunnu fáa meira at vita um skúlan.

Framsýningin er opin frá kl. 16:00 til 21:00

Mótasýning er kl. 17.00, 18:30 og 20:00

Øll eru hjartaliga vælkomin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bakkafrost: Væntað stórt fall í kursinum…
Jóan Símun Edmundsson um KÍ flyting
Hetta er størsti einstaki dystur hjá KÍ…
Konsert við Disney-hittum á Summar Festi…
Myndarøð: VÍkingur á stórskíggja og G!-f…
Allir badmintonleikararar vunnu allar dy…
Ein miðbýur í rúkandi menning
Fleiri íbúðir ávegis í Klaksvík
Søgan um Merle Haggard (7:9)
Søkt verður eftir tveimum starvs­fólkum t…
Gøtan út á Nes liðug
Annika Lindenskov vald í altjóða oyggjal…
Brot frá 2-1 sigrinum í Finlandi
Mjølnir aftur til Hollands
Badminton vann silvur í liðkapping­ini
Runnu seg til fleiri heiðursmekir
Thorvald: Hesum vilja vit helst møta
Borgar­stjóraheilsan: Her er gott at vera
Fuglalív í Haraldssundi
Stevna hjá Jehova vitnum