Lýsing
Lýsing
Lýsing

Torradagarnir koma nú aftur við manér

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.02.2023 - 10:00 Leiðarin Mentan Politikkur Vinna

Í fjør markeraðu Torradagarnir, at Coronafarsóttin var av. Í ár høvdu vit vónað, at teir markeraðu frið aftur í Europa, men tí røkist tíverri onki fyri. Men Torradagarnir eru framvegis tað lívsjáttandi tiltakið, sum vit kenna teir sum, og sum er harðliga tiltrongt hesa myrku árstíðina. Norðlýsið hevur kagað í skránna og kann avdúka, at hon ikki stendur aftanfyri nakra aðra Torraskrá. 

 

At fáa torradagar aftur til heiður og æru hevur eydnast Klaksvíkini væl. Hugtakið torri var væl ávegis í gloymskuna, tá góðar kreftir í Klaksvík tóku seg saman um gamlan sið. Ikki tí, útróðrarmenn flestir kenna væl til torra og brúka framvegis orð sum torraleiðir og torrafiskur. Torri er gamal mánaður, og hesa tíðina er fiskurin vanliga væl fyri, hevur rogn og kemur inn at gýta. 

Torradagarnir verða hildir á nógvum ymiskum adressum í Klaksvík: Seglhúsið, Café Fríða, Café Gloria, Klaksvíkar Bókasavn, Smæran, Spinnaríið, Christianskirkjan, Norðoya Bátafelag, Betesda, Norðoya Fornminnissavn, Skálin og Húsið, og harumframt eru tiltøk við Rennibreytina og í Gomlu Miðhøllini, ið øll verða karmar um tiltøk torradagarnar 2023. Fiskivinnutingið verður eisini aftur í ár, og hesaferð er evnið fiskivinnusamráðingar, kvotabýtið og samhandil við Russland. 

Á mentanarøkinum hevur Livar Nysted listaframsýning í Café Fríðu, Frits Johannesen í Gamla Seglhúsinum, Amariel Norðoy og Óli Petersen, sálu, í afturlítandi dupultframsýning í Spinnarínum, fyrilestur verður um Katlarnar og Tingstaðin í Vági við Hans Andriasi Sølvará á Bókasavninum; Jógvan Arge hugleiðir um “Til lands í Íslandi” í Smæruni, Helgi Jacobsen greiðir frá søguni um Skálanes, Bjørgfinnur Nielsen greiðir frá høvum í Føroyum á Bókasavninum, Reyði Krossur hevur málcafé, Jóan Pauli Joensen greiðir frá um huldufólk, Jóna Skorheim um barnadagar á Trøllanesi, og ikki færri enn fýra fólk koma at práta um Føroyingahavnina í gomlu miðhøllini, og framsýning verður í Skálanum. Mentanin fyllir sostatt serstakliga nógv á Torradøgnum hesaferð. 

Afturat øllum hesum verður ein forkunnug frágreiðing um “Lívið umborð” við Annbjørg Abrahamsen og Anniku S. Biskopstø, áhugafelagið Spinnaríið greiðir frá um framtíðarætlanir, søgur verða sagdar og radio av sluppini Carlton verða latin í hølunum hjá Norðoya Bátafelagi, og á andaliga økinum verða bæði skrúvuguðstænasta, skótaguðstænasta og matiné í Christianskirkjuni, morgunsangur, sangløta og andakt á Café Gloria, og torracafé í Betesda, har frásøgn eisini verður um Klaksvíkar Hermetikk við John Høj og Jógvani við Keldu.

Øll skráin er at finna í blaðnum, har dagar og klokkutíðir eru tilskilaðir fyri tey einstøku tiltøkini.

Av teimum størru brakunum á døgunum mugu nevnast Fiskivinnutingið mikukvøldið í Torravikuni og Fríðutónar við Anfinni & Co. leygarkvøldið á Café Fríðu, ið eisini bjóðar leskiligan fiskarætt hvønn dag í Torravikuni umframt sína vanligu matskrá. Stórt fiskaborð verður somuleiðis á Café Gloria.  

Tað verður við øðrum orðum heilt ógjørligt at keða seg í Torravikuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini