Lýsing
Lýsing
Lýsing

Forførd av einum pedofili LIVE á Café Fríða: Hoyr fyrsta partin av poddvarpsrøðini her

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.02.2023 - 11:00 Politikkur Tíðindi

Mikukvøldið 1. mars, verður Café Fríða í Klaksvík karmur um eitt tiltak, har ljós verður varpað á, hvussu vit fyribyrgja pedofili í Føroyum.

 

Tiltakið er ein partur av poddvarpsrøðini Forførd av einum pedofili, sum Frihedsbrevet.fo hevur framleitt. Røðin kann hoyrast á Frihedsbrevet.fo. 


Norðlýsið hevur fingið fyrsta partin av leggja út ókeypis, nú ein vika er til tiltakið verður. Hinir fýra partarnir í røðini kunnu hoyrast á Frihedsbrevet.fo, um tú hevur hald. 

Kjak og samrøður

Redaktiónin á Frihedsbrevet.fo - tað eru Rólant Waag Dam, Jan Lamhauge og Barbara Holm -  skipar fyri tiltakinum, sum byrjar klokkan 20.00 í Café Fríða í Klaksvík. Tiltakið er ókeypis og varðar umleið hálvanannan tíma. Á skránni eru samrøður og kjak, og høvi verður at seta spurningar. 


Luttakarar verða m.a.: 

Absalon Hansen, hjálparfólk á dagstovnaøkinum

Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum

Mimmy Vágsheyg, stovnari av átakinum Verjið børnini

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum


Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…