Lýsing
Lýsing
Lýsing
Høgætt og kavi hvønn dag hesa vikuna. | Mynd: Árni Jacobsen, Leirvík

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  05.03.2023 - 21:26 Tíðindi Veðrið

Í vikuni fer veðrið ikki at broytast nógv dag fyri dag. Ættin fer alla vikuna at liggja um norðan ella landnyrðing.

Tað er eitt hátrýst yvir Grønlandi, sum fær kalda luft av Norðpólinum at reka allan tann langa vegin til Føroya.

Har norðuri er nógv kaldari enn í Føroyum, men luftin ornar tíbetur á vegnum hendanvegin. Hitin við Føroyum fer at liggja um frostmarkið – ikki langt niðriundir ella langt omanfyri.

Í luftstreyminum er nógvur kavi, sum fer at detta niður í Føroyum í ælingum ella í longri løtum við áhaldandi kavaavfalli.

Vindferðin eitt sindur skiftandi. Mesti vindur upp í 13 m/s, so tað verður einki illveður í vikuni. Minsti vindur er niður í 3 m/s.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: Norðan, 8 til 13 m/s, samdrigið ella máskýggjað og kavaælingar.

Hitin mánadagin úr 2 kuldastigum upp í 1 hitastig.

Týsdag: Norðan, 8 til 13 m/s, samdrigið ella smáskýggjað og kavaælingar. Seinnapartin minkar vindurin niður í 5 til 10 m/s. Annars sama veður sum fyrrapartin.

Hitin týsdagin úr 2 kuldastigum upp í 1 hitastig.

Mikudag: Landnyrðingur, 5 til 10 m/s, samdrigið ella smáskýggjað og kavaælingar. Út á fyrrapartin minkar vindurin niður í 3 til 8 m/s. Seinnapartin veksur vindurin upp í 8 til 13 m/s, enn smáskýggjað og kavaælingar.  

Hitin mikudagin úr frostmarkinum upp í 3 stig.

Hósdag: Norðan, 5 til 10 m/s, skýggjað ella samdrigið og kavaælingar. Um kvøldið 3 til 8 m/s, men allan dagin smáskýggjað og kavaæl.  

Hitin hósdagin úr 2 kuldastigum upp í 1 hitastig.

Fríggjadag: Norðan og landnyrðingur, 5 til 10 m/s, samdrigið og kavaælingar.

Hitin fríggjadagin úr frostmarkinum upp í 3 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Veiðiloyv­ini verða bæði rullað aftur og…
FO Tatt Fest 2026 verður um eina viku!