Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsstýrið givið føroysku hjálparfelagsskapum fingurin

SKRIVAÐ: Anskar Hansen  |  08.03.2023 - 17:54 Lesarabrøv Politikkur

Ógvuslig yvirskrift men soleiðis følist tað.

 

Í mong ár hava vit sum hava samskipa okkum til at hjálpa úti í heimi roynt at fá Føroya Landsstýrið at vera okkara viðspælari.

Vit øll hava í okkara verki framhevja Føroya land sum eitt land, hóast lítið, so vilja vit vera við at hjálpa.

Eg vil siga at tá Kaj Leo var løgmaður, tá vóru góðir spírar har vit sóu eina vón at landsins myndugleikar vildu vera við.

Men so kom annað landsstýrið til har sosialistar saman við Framsókn myndaðu landsstýrið. Har vóru greiðu boðini eg fekk, og eg siteri orðarætt: “Føroyingar eru heimsmeistarar at bidda pengar so harfrá fáa tit onki.

Síðani komu teir “borgarligu” til aftur, og pípan fekk aftur ein meira jaligan tóna, har vit saman við Jenis av Rana føldu okkum aftur verdigan til eitt samstarv.

Saman við Jenisi fingu vit hjálpt munandi tá kreppan byrjaði í Ukraina.

Tíanverri, fyri mong treingjandi, so fingu vit aftur sosialistarnar aftur til valdi, teir sum mann kundi vænta vóru fyri tey treingjandi, men sum í verki fleiri ferðir hava víst at teir vilja bara tosa politiskt rætt men handla stikk mótsett.

Teir tóku allan tøkan pening á játtanini fyri neyðhjálp, pengar frá øðrum hjálparprosjektum, flutti tað til eina játtan á 7mill. kr og fluttu tað til alment brúk í Ukraina har ein undirdeild hjá ST skuldi umsita peningin.

7 mill kr til Ukraina er um leið 17 oyri pr persón og tað hevði so stóran skund at sleppa av við peningin at teir ynsktu, og fingu, frávik fyri alla tíðarfreist í løgtinginum.

17 oyri per íbúgva, og tá allar lønirnar hjá ST og korruptiónin í Ukraina hevur fingið sítt, so er kanska bara 10 oyri eftir til hvønn íbúgva í Ukraina.

Sambært forkvinnuni í fíggjarnevndini so hastaði tað so nógv at alt mátti avgreiðast sama dag.

Eg síggi soleiðis uppá tað at tað einasta sum hastaði hjá hesari samgonguni tað var at fáa tømt játtanina fyri neyðhjálp sum skjótast, so vit sum veruliga arbeiða fyri at hjálpa, onki kundi fáa og onga grund at søkja og so kundi landsstýrismaðurin fyri neyðhjálp, framhaldandi sita heima og spæla við dukkur í sínum barsilsfarloyvi.

Tó, enn er fíggjarlógin fyri 2023 ikki endaliga samtykt og tit hava enn góðan møguleika at til einkis gera míni orð, tí sum nú er, hava tit bara tikið pengar frá teim sum veruliga vilja hjálpa.

Um tit gera eina eykajáttan uppá hasar 7 milliónir krónurnar, so kunnu tit siga at tit hava roynt at hjálpt.

 

Anskar Hansen

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Fyltu bátin við Brislingi
Samráðast aftur í dag
Telving um jólini
KÍ kvinnur nýggjan høvuðsvenjara
Norðsøki aftur av roktúri
Tøkk - Elin Sofiía Thomsen
Arbeiðsmarknaðu­rin við eitt vegamót?
Vígsla  –  Evy og Jens
Er útboð besta valið?
Team Klaksvík selur fýrverk í ALFA
Fýrverkssølan hjá Nóa er byrjað
Svimji­høllin innvígd
Stríðsval at sleppa í nevndina
Annfinnur heldur fram sum formaður
Jól og góðveður
Klaksvík­ingur er mannaður til 2026
Jóla­heilsan frá Stjørnuni og Polarhav
Fyrstu ábendingar um KÍ-hópin í 2026
Ísurin er ordiliga góður