Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mourits er fremstur á myndini. Myndin er frá uml. 1938 og bilurin er Chevrolet (kallaður Jersey). Jóannes hjá Dáva átti bilin, sum varðå nýttur til hýrukoyring og Mourits koyrdi hann, tá Jóannes var til skips. | Mynd: Manne Høgnesen

Mourits Jacobsen – Gløggi spælskiparin

SKRIVAÐ: Joan Pauli Jacobsen  |  09.03.2023 - 13:47 Ítrottur Mentan Tíðindi

Tá besti spælarin nakrantíð verður kosin hjá KÍ, eigur Mourits hjá Oyrar-Kristoffur, sum hann vanliga varð nevndur, at roknast millum teir allarfremstu. Faðirin, Kristoffur, var ættaður Millum Garðarnar úti á Oyri, meðan móðir Mouritsar, Malena, var ættað úr Niðristovu úti á Oyri.

 

(Grein úr blaðnum)

Mourits Jacobsen var borin í heim tann 8. september 1920 og andaðist tann 8. oktober 1987

 

Fyrstu ferð á besta liðið í 1937

Í millumkrígstíðini hevði KÍ tríggjar kempur, sum settu ferð á. Hin fyrsta var Sniolvur Jacobsen, sum allarhelst hevði roynt seg á besta liðnum hjá KFUM í bestu donsku deildini. Í 1927 var hann aftur í Klaksvík og setti lív í. Hann skoraði eisini fyrsta føroyska landsliðsmálið. Onnur kempan var Sofus Mikkelsen, sum kom aftur frá lestrarørindum í Danmark í 1939. Hann hevði vant við B93, sum var besta liðið í Danmark tá, undir leiðslu av fyrrverandi danska landsliðsleikaranum, Michael Rohde.

Í 1937 verður tann blaðungi Mourits Jacobsen fyrstu ferð nevndur í søgubókum felagsins. Hann stendur tá skrásettur fyri ein dyst. Í 1938 stendur Mourits skrásettur fyri tríggjar dystir og so tók fótbóltslívsleiðin dik á seg á. Undir leiðslu av Sofusi Mikkelsen vann KÍ í 1939 4-0 á VB í Vági, 3-0 á B36 og 2-0 á HB: eftir tríggjar sigrar hevði felagið vunnið við málúrtøkuni 9-0. Og leikararnir vóru ungir, partvíst dreingir, sum Sámal Petersen hevði vant sum dreingjalið nøkur ár frammanundan.

Summarið 1939 hevði HB eitt unglingalið úr KR Reykjavík á vitjan. Hesir unglingar høvdu í Reykjavík spælt 2-2 ímóti týska ferðamannaskipinum Steuben, sum hevði spælt 1-1 ímóti besta liðnum hjá B36, meðan teir lógu við bryggju í Havn. Venjari hjá íslendska unglingaliðnum var Sigurður Halldórsson, sum var við íslendska landsliðnum í Føroyum í 1930, meðan leikarin Guðbjørn Jónsson var venjari, tá KR vann íslendska meistaraheitið í 1965.

Liðið, sum vann á íslendingum: Petur Andreasen – Berthi Lydersen, Oluf Joensen – Eskild Joensen (síðani 1947 Norðbúð), Sam Jacobsen, Hjørleif Waag Høgnesen – Edvin Johannesen, Mourits Jacobsen, Jonhard Larsen, Sakaris Lydersen og Óli Joensen.

 

John Reid Bjartalíð sum høvuðskraft

Stolta søgan hjá Klakksvíkar Ítróttarfelag, KÍ, sigur frá sigrum og samanhaldi, serliga takkað veri John Reid Bjartalíð. Sjálvur spældi John Reid fótbólt við KÍ, men tá hann hevði lagt gaggurnar á hillina, skrásetti hann gjølla søgu felagsins, fyrst í tíðarritum, m.a. Norðlýsinum, og seinni í umfatandi 50 ára minnisriti. Í 1942 fór John Reid Bjartalíð at skriva felagnum eina søgubók við frásagnum um dystir og serligar hendingar. Hann helt fram við hesum til 1972. Hetta tiltakið hevði við sær, at KÍ, hvat ið heimildum viðvíkur, man vera millum tey ítróttafeløg, ið eru eina best fyri. Triðja KÍ-kempan, John Reid, fylgdi fótbóltslívleiðini hjá Mouritsi frá byrjan til enda.

 

Fyrsta skipaða landskappingin í 1942

Í 1942 skipaði ÍSF á fyrsta sinni fyri landskapping í fótbólti í Føroyum, sum Poul E. Petersen skipaði fyri. Ikki færri enn níggju lið luttóku, og tey vórðu býtt sundur í tríggjar bólkar. Í bólkinum Eystan vóru EB og KÍ, og vinnarin teirra millum skuldi spæla ímóti HB. Í Vestan-bólkinum vóru MB og SÍF. Vinnarin skuldi spæla ímóti B36. Lutakast skuldi fara fram ímillum feløgini HB og B36 um, hvør ið skuldi kappast ímóti vinnara Vestan, og hvør ið skuldi kappast ímóti vinnara Eystan. Við lutakasti varð so avgjørt, at B36 skuldi kappast ímóti SÍF, sum var besta felag í Vágum, og HB skuldi kappast ímóti KÍ, sum var vinnari Eystan.

Bólkurin sunnan var mannaður við SVB (Sandvíkar Bóltfelag) úr Sandvík og Royn. Vinnarin skuldi spæla ímóti TB.

Fyrsta dyst skuldi KÍ spæla ímóti Eiðis Bóltfelag. Tíðliga legði EB seg á odda, KÍ javnaði, men fyrsta korterið førdi EB 2-1. KÍ javnaði kortini beint fyri steðgin og legði seg eisini á odda 3-2. Í seinna hálvleiki fekk KÍ tvey mál afturat, so endaliga úrslitið gjørdist 5-2. Í seinna dystinum vann KÍ 3-1 á Eiði.

 

Millumumfar HB og KÍ

Undan millumumfarinum millum KÍ og HB stóðst træta, tá SÍF, sum vann bólkin fyri Eystan, og KÍ tvíhildu um, at havnarfeløgini, sum vóru sloppin undan innleiðandi dystum, áttu ikki sjálvsagdan rætt til heimadyst, tá hini bæði liðini á øðrum sinni noyddust av bygdini at spæla. Havnarfeløgini hóttu við at steingja Gundadal, tá ið hálvfinalur og finala skuldu spælast, um trætan ikki kundi loysast. Á fundi tann 8. juli varð ósemjan loyst.

SÍF tapti á Valloyruni, men vann í Gundadali, tí mátti umdystur spælast. SÍF vann sannførandi 5-2.

KÍ megnaði eins og TB at skora fjúrtan mál ímóti HB, men í tveimum dystum. Í fyrra dystinum vann KÍ 5-1 í Havn og síðani 9-0 í Klaksvík; eitt bragd, sum KÍ endurtók í 1945. Nú var so langt komið, at KÍ var ruddiliga vinnari í Eystan. Harðastu tøkini vóru eftir at syfta; tað var eyðskilt, tí nú skuldu tey bestu liðini, vinnararnir úr hvørjari deildini, royna seg móti hvørjum øðrum í fótbólti.

 

KÍ og SÍF møttust á fyrsta sinni

Talan gjørdist um eina áhugaverda semifinalu, tí KÍ og SÍF høvdu ongantíð spælt ímóti hvørjum øðrum áður. Á heimavølli vóru vágamenn sterkir og høvdu eisini góða venjing, tí teir regluliga spældi ímóti enskum herskipum har áleið, men liðini skuldu møtast í Havn sunnudagin undan ólavsøku.

26. juli skuldu KÍ og SÍF dystast í Havn um finaluplássið. Bæði liðini húsaðust í Perluni, har tey kundu fyrireika seg til dystin. Líkindini vóru ikki av teimum bestu undan dystinum. SÍF vann lutakastið og spældi undan vindinum í fyrra hálvleiki. SÍF vóru treystir og kraftmiklir, men sambært blaðnum Ítróttartíðindini stóðu teir ikki mát við klaksvíkingar í bóltførleika. KÍ vann 2-0, har teir skoraðu eitt mál í hvørjum hálvleiki.

KÍ legði seg á odda 10 minuttir fyri hálvleik og staðfesti sigurin við einum máli um miðjan seinna hálvleik. KÍ vann sostatt 2-0.

 

Finalan millum TB og KÍ

Sjálvan ólavsøkudag skuldu KÍ og TB hittast í finaluni. Dysturin skuldi byrja kl. 18 og “Ongantíð áður hevur ein so stór mannfjøld av klaksvíkingum møtt á Ólavsøku, og var áhugin óførur.” Ein stór mannamúgva var sostatt samankomin uppi í Gundadali, fyri at síggja frægastu fótbóltsliðini kappast. Veðurgudarnir vístu seg hesaferð at vera í góðum lag, eitt lot og nakað av sól.

Vinnandi KÍ-liðið: Petur Andreasen – Niels Jacob Jensen, Christian Eliasen – Meinhard Joensen, Sofus Mikkelsen, Sam Jacobsen – Franklin Ziska, Benadikt Baldvinsson, Zakaris Lydersen, Mourits Jacobsen og Jonhard Larsen (5. min. Emil Mikkelsen).

KÍ’-arnir vóru so hepnir at fáa vindin og sólina við í fyrra hálvleik.

Tað bar skjótt prógv fyri einum góðum dysti. Álopini vóru skiftandi tað fyrsta korterið. Tá fimm minuttir vóru farnir, var KÍ fyri tí óhappi, at vinstri vongur, Jonhard Larsen, gekk út av spælinum, og í staðin varð settur Emil Mikkelsen. KÍ tók seg saman og var tað leiðandi liðið restina av hálvleikinum. Serliga hugtakandi var í hesum hálvleiki, tá ið Sakaris spældi ímóti vinstra horni og greiddi hann frá sær yvir til høgra vong, Franklin Ziska, ið snúði inn um vinstra bakk TBs og greiddi bóltin aftur til Sakaris, sum í somu øði skeyt hann í netið. KÍ hevði fleiri onnur góð álop.

Serliga skutu TB’-arnir tvey góð skot á mál, ið málmaður KÍs kláraði væl. Fyrri hálvleikur endaði við 4-0 til KÍ.

Annar hálvleikur byrjaði við lívligum spæli. KÍ’-arir vóru nú meira varnir og løgdu nú dent á at verja teirra egna mál. TB’-arnir vóru nú fyri tað mesta við yvirlutan, og høvdu fleiri álop á Klaksvíkar málið, meðan bakkarnir Kristian og Akke stóðu seg væl og málverjan vardi manniliga, so at TB’-arnum eydnaðist bert at fáa tað eina málið. KÍ hevði einstøk álop á TB málið, serliga hitt eina, tá ið Sakaris kom inn um bakkarnar, og málverjin leyp út, hann skeyt, skotið miseydnaðist, og fór við síðuna av.

Ein væl leikaður dystur komin at enda. Her gjørdi KÍ rættiliga bart, vann 4-1 og varð soleiðis fyrsti føroyski fótbóltsmeistarin í fótbólti.

 

Kappingin um Brendsteypið í 1944

Tann 9. apríl 1940 varð Danmark hersett av týsku nazistunum. Tríggjar dagar seinni hersettu bretar Føroyar. Fyri at liva mátti veiðast úr sjónum og sigla á bretska marknaðin við fiski, keyptu tann fiskin úr Íslandi og frá okkara egnu veiðumonnum, okkara trolarar royndu undir Íslandi og seldu tann fiskin í Bretlandi. Her var týskurin mongum sjómanni, skipi og trolara at bana. Føroya móðir græt mangt biturligt tárið yvir hennara havsins synir, ið ongantíð komu aftur. Siglingarmenninir áttu lívið í okkum.

Frá fyrstan tíð av var A. Brend, heilsølumaður í Havn, hollur vinur hjá ÍSF. Hann var av uppruna breti. Brend gjørdi alt tað, hann kundi at fáa samband og vinalag millum bretar og føroyingar gjøgnum ítróttina. Hetta eydnaðist bara væl. Brend hevði longu í 1941 givið steyp, sum HB og Lovat Scouts kappaðust um, og í 1942 læt hann steyp til eina kapping millum fimm bretsk hermannalið og býliðið í Havn.

Seint á sumri varð kappingin um Brendsteypið framd. Kríggið hevði tá fingið eina vend. Týskurin gekk aftur allastaðni. Hermenn vóru tá bert at kalla í Havn og í Vágum. Í himmalsins góðveðri 2. september kom ein stórur armeraður trolari til Klaksvíkar við bretskum fótbóltsmonnum. Hoyggingin varð niðurløgd, tí dystur skuldi spælast kl. 17, men bretar vunnu 3-2.

Leygardagin eftir skuldi KÍ so til Havnar. Tá vóru samferðsluviðurskiftini ikki at samanlíkna við í dag og KÍ fór suður við útróðrarbátinum Nólsoyar Pálli. Í krígnum átti KÍ ongar betri vinir enn útróðrarmenninar og Pf. J. F. Kjølbro.

Úrslitið av seinna dystinum varð, at KÍ fekk mál móti endanum. Eftir trunkaspæl fær KÍ mál. Síðani avtalaðu liðini umdyst á 10 minuttir hvønn vegin. Avtalað varð KÍ’aranna millum, at fekk liðið eitt hornaspark á vinstru síðu, skuldi Mourits sparka tað, og tað varð lagt honum eina við, at hann mátti sparka tað í luftini og væl innfyri. Og hvat hendi? Teir fyrru tíggju minuttirnar hendi onki; men so varð skift mál, og tá bert tríggir minuttir vóru eftir av hesi leiktíðini, fekk KÍ hornaspark á vinstru síðu, og Mourits sparkaði. Sera hegnisliga sparkaði hann bóltin í luftina inn fyri málið hjá bretunum og við eitt hevði høgri framherji, Emil Mikkelsen, høvdið á bóltin, og sum ein kúla reyk hann í netið.

Vinnandi KÍ-liðið: Poul Joensen – Sigmund Baldvinsson, Christian Eliasen – Meinhardt Joensen, Sofus Mikkelsen, Sam Jacobsen – Asbjørn Vágsheyg, Emil Mikkelsen, Sakaris Lydersen, Mourits Jacobsen og Jonhard Larsen.

 

KÍ føroyameistari fyri 2. ferð í 1945

KÍ og SÍ møttust í FM-finaluni tann 26. august 1945 í Gundadali. Sigursmálið verður soleiðis lýst í gerðabókini: “Áskoðararnir rópa óført, tá við eitt er tað, at KÍ fær álop á Sørvágs mál; snildisliga ført, eydnast tað Sakarisi og Mouritsi at koma inn um báðar bakkarnar hjá SÍ, málmaðurin loypur út, men verður ov seinur; Mourits beinir bóltin í málið. Frøi á klaksvíkingum, rópini eru øgilig og vilja mest sum ikki tagna aftur.”

KÍ-liðið í finaluni: Poul Joensen – Monrad Niclasen, Christian Eliasen – Sigmund Baldvinsson, Sofus Mikkelsen, Sam Jacobsen – Asbjørn Vágsheyg, Símun Waag Høgnesen, Sakaris Lydersen, Mourits Jacobsen og Jonhard Larsen

 

 

KÍ føroyameistari 1945. Aftastir f.v.: Christian Eliasen, Asbjørn Vágsheyg, Monrad Niclasen, Sofus Mikkelsen, Mourits Jacobsen og Sigmund Baldvinsson. Fremstir f.v.: Sakaris Lydersen, Símun Waag Høgnesen, Poul Joensen, Jonhard Larsen og Sam Jacobsen.

 

 

Mourits skaraði framúr ímóti útlendskum liðum

Summarið 1952 vitjaði íslendska liðið Víkingur. KÍ tapti 2-4, men “av K. Í.arnum vóru Mourits og Hans Andrias teir bestu.” Árið eftir vitjaði Sjællands Boldspil Union, har John Cramer, sum seinni gjørdist venjari hjá KÍ í 1990, spældi við. Cramer spældi seinni við Køge Boldklub og var í nánd av danska landsliðnum. Fyrsti dysturin millum liðini varð spældur mikudagin 10. juni 1953 beint undan Norðoyastevnuni. Veðrið var gott, og nógv fólk hugdu at. Danir vunnu 3-2, men klaksvíkingar skutu trý mál – eitt var sostatt sjálvmál. Aftur fekk Mourits gløðandi glósur: “Uttan at minka um nakran mugu vit nevna Mourits, sum var í sínum rætta essi; hetta vóru hansara røttu mótstøðumenn.”

Á 50 ára stovningarári felagsins kom fyrsta uttanlandsferð K. Í.s í lag – og leiðin gekk til Aberdeen. KÍ spældi fimm dystir á ferðini: vunnu ein, tveir javnleikir og taptu tveir. Triði dystur á ferðini var ímóti einum liði úr Aberdeen. John Reid skrivaði: “Tá avtornaði, var úrslitið 2-1, sigur til K. Í. Og sigurin kundi lætt verið eitt mál meira til okkum eftir spælinum at meta. Verjan stóð sum fjallið í hesum dystinum, og sera vakurt ummæli gav eitt Aberdeenarblað Mourits og Hans Andrias báðum. Eisini aðrir vóru nevndir í blaðnum.”

Skotska blaðið Sunday Express skrivaði soleiðis um seinasta dystin hjá KÍ ímóti Stonehaven: “Klaksvíkingar, sum spældu síðsta dystin í Stonehaven í gjárkvøldið høvdu sama spælingalag sum inni á fastlandinum, táið teir komu higar, men teir tóku skjótt eftir skotskum spælingarlagi, harímillum at nýta innaru síðuna av fótinum í staðin fyri tánna.”

Víðari skrivar blaðið: “Spælarar og leiðarar eru glaðir fyri túrin, og viðganga sjálvir, at teir hava lært eitt sindur. Tveir av klaksvíkingunum hava víst, at teir avgjørt eru førir fyri at spæla í seniorrekkini; tað eru Mourits Jacobsen og H. A. Jacobsen. Mourits spældi ofta sum ein sætti forward; høgur og væl bygdur; ein framúr spælari.” Dysturin endaði 2-2.

 

1952: KÍ meistari við 5-0 sigri á HB

KÍ var aftur væl við í kappingini um meistaraheitið í 1952. Undan seinasta dystinum hjá KÍ ímóti HB høvdu KÍ og TB vunnið hvør sín innanhýsis dyst. TB endaði kappingarárið við at vinna 1-0 á B36 í Havn tann 10. august, meðan KÍ hevði HB eftir í Klaksvík tann 17. august. HB hevði ligið framvið at vunnið meistaraheitið í 1949, men TB hevði kært dystin til ÍSF, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki, meðan linjuverjin broytti dómin til rangstøðu. HB vann tískil upprunaliga dystin tann 10. juli 1949, men ÍSF avgjørdi, at dysturin skuldi spælast av nýggjum. Tá høvdu fleiri bløð kosið longu HB til føroyameistara, men nýggja dystin tapti HB 2-3 í Gundadali tann 21. august og TB reyk avstað við meistaraheitinum.

Undan seinasta umfarinum í Klaksvík tann 17. august 1952 kundi fyrstalið hjá KÍ vinna meistaraheitið, um liðið vann minst 5-0, meðan HB kundi tryggja fyrsta meistaraheiti felagsins við javnleiki í miðaldeildini. HB hevði tískil størri áhuga í miðaldeildini og høvdu leikarar á fyrstaliði, sum høvdu spælt fáar ella ongar dystir frammanundan. Endin varð, at KÍ vann dystin 5-0, har eitt mál varð kolldømt, men tað var akkurát nokk, tí KÍ sostatt vann við mál-lutfallinum 3,5 (skorað mál býtt við innlatin mál), har TB hevði 3,4 í mál-lutfalli. HB fekk 1-1 javnleik í miðaldeildini. Tvørámenn vóru sjálvandi í øðini, men John Reid risti hesi orð á blað: “Helst hava vit ongantíð fyrr sæð KÍ-ararnar verið so samanbitnar um, at nú galt virkuliga um at leika móti einum miðvísum máli.”

Árið eftir vann KÍ aftur meistaraheitið, har liðið bert tapti fyrsta dystin: Á Tvøroyri.

 

John Reid rósti Mouritsi í Norðlýsinum 28. august 1953

Undir yvirskriftini: “Leikað í 15 ár á 1. liði Klaksvíkar Ítróttarfelags” skrivaði John Reid Bjartalíð soleiðis: “Í samfull 15 ár, hevur okkara frægi fótbóltsspælari og góði og trúgvi vinur, Mourits Jacobsen, leikað fyri K. Í. Søgubókin sigur frá, at Mourits hevur í hesi 15 árini, spælt 120 dystir; átta dystir um árið. Sum prógv um ein góðan fótbóltsspælara fyri sítt felag, vilja vit siga frá, at Mourits Jacobsen hevur spælt hvønn tann einasta dyst, sum K. Í. 1. Lið hevur spælt hesi árini. Her hava vit fullgott prógv um ein mann, sum hevur nýtt síni evnir í frískleikanum; ein maður, sum ongantíð hevur hildið seg undan, tá á hevur staðið – og, sum altíð hevur verið til dystin fúsir.

Mourits hevur ikki spælt ikki minni enn tríggjar landsdystir: Hetland – Føroyar. Tá Sakarisi barst frá í 48 vegna sjúku, var Mourits settur sum miðframherjin: Soleiðis hevur K. Í. røkt hetta krevjandi plássið á leikvøllinum í trimum landsliðsdystum.

Tá Mourits giftist um veturin 42, vóru allir hansara leikbrøður í brúdleypi. Hugnaligt var. Hann fann sær konu av Eiði; Lillan nevnd, systir ítróttamenninar, Festirstein. Hon hevur eins og maðurin stóran áhuga fyri ítrótti, so væl var tað fyri ítróttina, at tey í giftarmáli funnu hvørt annað. Sanniliga gongur Lillian ikki og knarrar, um Mourits fer til fótbólt, men stuðlar honum til og gongur honum til handar í øllum, so alt kann bera so væl í lag, sum gjørligt. Og alspent fylgir hon við hvørjum dysti burturi so væl sum heima. Og tá er væl. Øll ítróttaáhugað kring kenna henda siðuliga og hendinga vakurt leikandi fótbóltsmannin Mourits, og eg kenni meg í hesum føri fullvissan í, at øll, ið standa ítróttini nær, eru tær mikið takksom fyri góðan og vakran fótbóltsleik hesi 15 árini, ið runnin eru, og vit ynskja at síggja teg aftur á leikvøllinum aftur komandi summar. Við tøkk fyri gott og vakurt spæl og sum ein fram úr trúgvur vinur og limur í farnu árum, verði tú heilsaður við hesum fátæksligu frá tínum kæra felag: Klakksvíkar Ítróttarfelag.”

 

Svágurin gjørdi um seg hjá HB

Í fyrsta landskappingardystinum hjá EB spældu tríggir brøður hjá Lilluni: Poul Jóhannes, Óli og Kjartan Festirstein. Kjartan var væl yngri enn hinir báðir og endaði sum stuðulsleikari hjá HB og á landsliðnum. Eisini bróður Kjartan, Óli, flutti til Klaksvíkar í 1947.

 

Svágurin, Kjartan Festirstein, var HB'ari og landsliðsleikari.

 

 

Mourits endaði á fótbóltstindinum

Í 1954 vann KÍ Skipafelagssteypið tvífalt til ognar: Fimtu ferð og triðja árið á rað: 1942, 1945, 1952, 1953 og 1954. Á aðalfundinum hjá KÍ frá 8. mai 1955 varð kunngjørt, at 4 kendir 1. liðsspælarar søgdu seg undan at spæla longur: Karl Monrad Joensen, Hansi Jacobsen, Mourits Jacobsen og Bergur Eliasen; men enn er ikki avgjørt, hvør kemur í teirra stað. Felagsins trúgvu leikarar, Sakaris Lydersen og Mourits Jacobsen, høvdu spælt við øll árini, sum kappast hevði verið um “Skipafelagssteypið”.

 

KÍ føroyameistari 1954. Aftastir f.v.: Frimann Baldvinsson, Julius Biskopstø, Sakaris Lydersen, Bergur Eliassen og Petur Vágsgarð. Í miðjuni f.v.: Eilev Joensen, Mourits Jacobsen, Helgo Finn Larsen. Fremstir f.v.: Karl Monrad Joensen, Karl Isaksen og Hansi Jacobsen. Kristian Isaksen og Gutti Kallsberg vóru eisini við.

 

 

Vann eisini miðaldeildina í 1956

Mourits spældi ongantíð aftur á besta KÍ liðnum, men KÍ vann miðaldeildina í 1956 við mál-lutfallinum 2,625 og tríggir heimasigrar á 19-2 gjørdu góðan mun. Liðið endaði við 9 stigum og málúrtøkuni 21-8. Tá var tað soleiðis, at mál-lutfallið var avgerandi: Skorað mál skuldu býtast við innlatin mál. HB endaði nr. 2 við málúrtøkuni 18-10 og mál-lutfallinum 1,8.

Árni Dahl viðmerkir: “Vert er her at gáa um, at stórleikarar sum Mourits og Helgo Finn ikki heilt høvdu stungið í sekkin, men hugnaðu sær á næstbesta liðnum.”

 

Framúr hegnigur til træsmíð

Ein av ættararvinum, Mourits fekk, var hegnið til at smíða. At hann var húsasmiður burturav sæst á teimum mongu verkum, sum standa eftir hann, t.d. umvældi hann kirkjutorn og kirkjuspírar, sum so sanniliga ikki var hvørs mans føri, nei, tað kravdi bæði hegni og dirvi. Hann stóð eisini fyri timbur- og múraraarbeiðnum hjá Klaksvíkar Sjómansskúla í 1972.

Mourits á Vágsheygnum var plágaður av herviligari sjúku í nøkur ár, men Mourits bar sína sjúku við tolni. Altíð í góðum lag og skemtingarsamur.

 

Abbadóttirin vunnið fleiri meistaraheiti við KÍ

KÍ-kvinnurnar hava vunnið nógv meistaraheiti síðani aldarskiftið og abbadóttir Mouritsar, Liljan Jacobsen, uppkallað eftir ommuni, hevur verið við til at vunnið nøkur av teimum.

 

Liljan Jacobsen (í miðjuni) saman við Eyðvør Klakstein og Evy á Lakjuni.

 

Langabbasynir gjørt seg galdandi í NSÍ

Vágbingurin Jákup Mortensen var ein av undangongumonnunum hjá NSÍ. Sonur hansara, Trúgvi, giftist við Anju dóttir Heina. Heini var sonur Mouritsar og miðvallarleikarin hjá NSÍ, Mórits Heini Mortensen, er sostatt uppkallaður eftir abbanum og langabbanum úr Klaksvík.

 

 

Keldur:

Árni Dahl: Bóltspøl millum Klakk & Kjøl – KÍ 1955-1974 2012

Árni Dahl: Úr Føroya Ítróttarsøgu, 1974

Suni Merkistein: Teir kundu væl listir og leikir – ein føroysk fótbóltssøga (1960-1979). Bind 2

www.faroesoccer.com

www.tidarrit.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
FM Radio: Allan Drost vitjar Norðlýsið
(ó)Friður á Pallinum!
Magnus Powell hevur flest stig pr. dyst
FM radio: Magnus Powell vitjar Norðlýsið
Seinasta paradís á jørð hevur vunnið fil…
Mjølnir eigur meira enn triðingin av U-1…
Friður á pallinum: Hvør er Garry/­Roger?
Beinir - Einsamallur á palli
Meistarar­nir snávaðu
Netverksfundur í Rótini: Morgunmatur og…
Hamskift samgonga letur síni tingfólk se…
Vit hava mist ein av teimum stóru
Triði hvør føroyingur fær krabbamein: He…
Tað er stuttligt at læra gjøgnum sang
Atgongumerk­ini ganga undan
Friður á pallinum: Hvør er Belinda Blair…
Norðlýsið blaðið í gerð
Friður á pallinum: Hvør er Brooke Ashton…
Sirið Stenberg, lands­stýris­kvinna, lutti…
FM radio hesa vikuna