Lýsing
Lýsing
Lýsing

Filmshúsið: Nýtt og slóðbrótandi samstarv við Betri

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  10.03.2023 - 13:59 Myndarøð Tíðindaskriv

Filmshúsið og Betri hava gjørt avtalu, sum tryggjar føroyskum filmi trýggjar milliónir yvir næstu trý árini. Stuðulin skal brúkast til at menna nýggjar føroyskar søgur á filmi ella í sjónvarpsrøðum, at stuðla talentmenning, og at stuðla ítøkiligum verkætlanum við munagóðum upphæddum.

 

 

Stuðulsgrunnurin hjá Betri hevur til endamáls at stuðla átøkum í Føroyum, sum fyribyrgja skaða og sjúkum, skapa tryggleika og annars gagna samfelagnum. Nú verða 3 milliónir settar av til film.

- At stuðla føroyskum filmi er at stuðla føroyskum máli, føroyskari mentan og føroyskum listagreinum. Føroyskur filmur er í menning, men almenni filmsstuðulin er enn ikki á tí støði, sum í grannalondunum. Vit vóna, at okkara íkast kann hjálpa til við at lyfta føroyskar filmsverkætlanir og at geva føroyskum filmi fleiri bein at standa á. Vónin er, at føroyskar søgur á filmi verða ein sjálvsagdur partur av okkara mentanarliga palli, sigur Aslaug Gísladóttir, forkvinna í Betri stuðul.

Saman við Filmshúsinum hevur Betri Stuðul orðað endamálið við filmsstuðlinum. Stuðul verður veittur til trý øki:

—    størri verkætlanir - til framleiðslu og liðugtgerð

—    menning av verkætlanum - til hugskotsmenning og víðari menning av verkætlanum, fram ímóti framleiðslu

—    talentmenning - til skeið, mentoring og átøk, sum miðja eftir at menna yngru spírarnar, sum gera film.

Filmshúsið fegnast um nýggja og slóðbrótandi samstarvið við Betri stuðul. - Trýggjar milliónir yvir trý ár kunnu veruliga gera mun, sigur Tina í Dali Wagner, dagligur leiðari í Filmshúsinum. Hon fegnast um, at ein fyritøka sum Betri vísir samfelagssinni og setir pening av til mentan og film. - Hetta er veruliga eitt nýbrot, sigur Tina í Dali Wagner.

Meira verður at frætta um umsóknarfreistir og -treytir á heimasíðuni hjá Filmshúsinum, www.ffi.fo, og á www.betri.fo tann 31. mars 2023.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…
Gentur 19 hjá Mjølnir steypavinnarar 202…
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…
“Orð Guds” Møtirøð 6.-8. februar í Berøa…
Veðrið um vikuskiftið
Torrablaðið í gerð
BÓNUS steypafinalur fyri yngri leikarar…
Ummæli: Framtíðin er í góðum røddum
Styrkt samstarv um vinnukavara­útbúgvinga…
Móttøka í nýggja Búfelagsskapi­num á Toft…
Liverpool Føroyar stuðlar Giktafelag­num…
Listasavn Føroya verður nú útbygt og nút…
Semja um felags lønarkarm: 12 fakfeløg v…
Nú íresta bara 4 í at fáa reinan meirilu…
6.a vitjar KG
Rúsan út, hvør inn?
Læruríkir dagar á Ungdómstingi