Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eyðgunn Samuelsen er forkvinna í fíggjarnevndini er ikki nøgd við prísásetingina hjá fiskimálaráðharanum

Kinkur í samgonguni um veiðigjøld í Barentshavinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.03.2023 - 14:25 Politikkur Tíðindi Vinna

Har eru fleiri ymiskar meiningar innanvert í samgonguni um veiðigjøldini, sum Landsstýrið ætlar at leggja á fiskivinnuna. Búskaparfrøðingur vil, at øll tilfeingisrentan skal takast inn til Landskassan, landsstýriskvinnan í fíggjarmálum vil taka 70-100 milliónir meira inn, meðan samgongutingfólk í Fíggjarnevndini halda gjøldini, í øllum førum tey á Barentshavsflotan, vera ov stór og mæla sostatt til at taka minni inn.

 

Í løtuni koma umleið 340 milliónir inn í tilfeingisgjøldum, og harumframt 60 milliónir frá tí partinum av uppboðssøluni, ið framvegis skal gjalda, tilsamans 400 milliónir. Ætlanin hjá Fíggjarmálaráðnum er, at skjótt skal takast ein hálv milliard inn frá fiskivinnuni. Men røddir eru frammi um, at tað er ov ógvusligt. Eisini í samgonguni.

Ítøkiliga sigur uppskotið, at hesi gjøld skulu krevjast inn (gomul gjøld í klomrum): Svartkjaftur 31 oyru (0,31) og norðhavssild 89 oyru (0,89). Ongin broyting verður har. Botnfiskur úr Barentshavinum kr. 2,16 (1,08), makrelur kr. 1,46 (1,23). Hartil koma nýggj gjøld á heystgýtandi sild, 89 oyru, og á lodnu, 98 oyru. Av hesum er tað fyrst og fremst botnfiskurin úr Barentshavinum, ið skilir vøtnini. 

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, var ikki heilt nøgd við, at tilfeingisgjaldið á Barentshavið verður sett við støði í toski, soleiðis at onnur, bíligari fiskasløg, skulu kosta tað sama sum fyri toskin. Hon mælir til at hyggja nærri eftir hesum.

Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, heldur somuleiðis, at ein 100% hækking (her verður sipað til, at gjaldið fyri Barentshavs-botnfisk fer úr kr. 1,08 upp í kr. 2,16, red) er nógv. Hann ynskir at fáa tað viðgjørt ordiligt, áðrenn man sigur, at “Hetta verður tað”. Eirikur nevnir, at samskifti hevur verið um tað millum Landsstýrið og vinnuna, men leggur dent á, at tað er Løgtingið, ið skal avgera tað.

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, er eisini varin við at seta gjøldini ov høgt, og sigur, at ongin ætlan er at krevja alla tilfeingisrentuna inn, men tað er kortini hon, ið skjýtur upp at tvífalda tilfeingisgjaldið á botnfisk úr Barentshavinum. Sum grundgeving førir hon fram, at landið hevði fingið hægri inntøku, um makrelur ikki varð býttur um við tosk í Barentshavinum – ein grundgeving, sum í øllum førum partar av Fíggjarnevndini ikki skilja og/ella ikki góðtaka.

At síggja til er talan um ein meiriluta í Fíggjarnevndini, sum gongur tvørtur um samgongu- og andstøðumark, ið metir hækkingina av tilfeingisgjøldunum á botnfisk úr Barentshavinum vera í hægra lagi. Alt bendir tí á, at veiðigjaldið á botnfisk í Barentshavinum verður lækkað til tess at fáa semju um tað, ella rættari sagt meiriluta fyri tí. Hvussu nógv er ógjørligt at siga enn. Hinvegin er líkt til, at semja er – eisini við andstøðuumboð – um onnur gjøld, herundir at leggja nýggj tilfeingisgjøld á sild og lodnu.

Í hesum málinum og í hesi løtuni tykjast samgongutingfólk og andstøðutingfólk at vera meira samd sínámillum, enn hvat landsstýrisfólk og samgongutingfólk eru.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen