Lýsing
Lýsing
Lýsing
Frimodt Rasmussen, stjóri á KSS, er gestur í sendingini Búskapur & Vinna, ið verður sýnd á Rás 1 hjá Televarpinum í kvøld klokkan 19:30.

“Tú møtir akkurát teimum somu fólkunum á veg niður eftir”

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  15.03.2023 - 15:25 Tíðindi Vinna

Hyggjuráðini frá abbanum hava tænt Frimodt Rasmussen væl í lívinum sum vinnulívsmaður og politikari. Tað greiðir Frimodt frá í sendingini Búskapur & Vinna hesa vikuna, har hann er gestur.

Sendingin Búskapur & Vinna verður sýnd á Rás 1 í Televarpinum í kvøld klokkan 19:30 og endursend sunnukvøldið. Umframt Frimodt verður Sverri Justinussen, íløguleiðari í Betri Banka, eisini gestur í sendignini. 

Frimodt var ársins leiðari í 2018

Komandi fríggjadag verður skipað fyri Ársins Leiðaradegi, har ársins leiðarar innan tað privata vinnulívið og almenna geiran 2023 verða heiðraðir. Teir 3 topp kandidatarnir innan privatu vinnuna eru: Brian Smedemark, Trygd, Sune Justinussen, JT Electric, og Kirstin Hammer, Gómagott. Kandidatarnir til heiðurin sum ársins almenni leiðari eru Alexandra á Dul, Klaksvíkar Sjúkrahús, Leif Abrahamsen, Gjaldstovan, og Bjarni Johannesen, borgarstjóri í Vági.

Í 2018 bleiv Frimodt Rasmussen kosin til ársins leiðara innan tað privata við millum annað hesum grundgevingunum:

  • At hann stendur á odda fyri eini vælvirkandi skipasmiðju
  • At Frimodt við sínum nærlagna, virkisfýsna og framskygda lyndi er ein fyrimynd og kveikjari fyri starvsfólk síni, sum trívast fakliga og sosialt
  • Við honum tekur KSS seg alsamt fram og veksur, sum eisini sæst aftur í eini góðari botnlinju.

Í sendingini í kvøld fer Frimodt millum annað at greiða frá um sína leiðslustíl sum stjóri á KSS og um at fara frá at vera vinnulívsmaður til at gerast tingfólk – og aftur. Eisini verður ein støðulýsing av KSS og smiðjuvinnuni, sum fyritøkan virkar í.

Pápin og abbin eru størstu fyrimyndirnar

“Minst nú til, hvussu tú uppførir teg á veg upp eftir, tí tú møtir akkurát teimum somu fólkunum á veg niður eftir” vóru ráðini frá abbanum Frimodt til Frimodt, tá hann byrjaði upp á starvsleið sína.

Í samrøðuni í sendingini í kvøld vísir Frimodt til pápa sín Grím, skipara og vinnulívsmann, og Frimodt, maskinsmið, sum størstu fyrimyndirnar hjá sær.

Sendingin Búskapur & Vinna verður sýnd á Rás 1 í Televarpinum í kvøld klokkan 19:30. Vertur er Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð