Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndarøð: Sambýli á Heygnum 20 ár

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.03.2023 - 16:27 Myndarøð Tíðindi

Vit vóru í 20 ára føðingardegi í dag og høvdu okkara myndatól við.

Tað var 16. mars 2003, at Sambýlið á Heygnum varð tikið alment í brúk. Søgan um ellisheimið er gomul, og hoyra vit fyrstu ferð um tørvin á einum ellisheimi í Klakvík í 1945 – 78 ár síðan.

Søgan um ellisheimið er søgan um eldsálir, sum gingu undan og fingu kommununa við í leikin. Søgan um ellisheimið er eisini søgan um kvinnurnar, sum gingu undan við at savnað pening inn til verkætlanina og eisini hildu á við stríðnum.

Á Norðoyastevnu 1949 varð basarur hildin, sum í eftirtíðini er blivin víðagitin. Mong fólk stuðlaðu við at lata vinningar, og basarurin var at meta sum ein høgtíð í Klaksvík.

Í 1952 vóru 111.000 kr. á bók, sum í dagsins pengum svarar til slakar 2 mió kr.

Jóannes á Heygnum lat trøð til byggingina, og tí verður ellisheimið kallað Sambýli á Heygnum, hóast staðsetingin er undir Kráarbrekku.

Tað vórður røður hildnar, eins og sungið varð. Ein hugnalig løta og hugnaligur føðingardagur. 

Njótið myndirnar av búfólkum, avvarandi, starvsfólkum og gestum sum Oliver Joensen tók.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð