Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ vann á Tórsvølli móti HB

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  18.03.2023 - 14:26 Ítrottur Tíðindi

KÍ vann uppiborið á Tórsvølli.

Líkindini vóru frálík til fótbólt, men dysturin var merktur av, at vit eru tíðliga í kappingarárinum, og at liðini nú ikki hava spælt í tvær vikur og at kavin hevur ávirkað venjingarnar. Tí dysturin var merktur av, at spælið ofta ikki sat sum tað skuldi, og leikferðin var ikki tann hægsta. KÍ var samanlagt omaná og hevði tað betra spælið og teir flestu málmøguleikarnar, hóast HB eisini hevði onkrar góðar málmøguleikar. Hetta var eisini ein áhugaverdur dystur taktiskt, tí tað var 3-5-2 hjá HB móti 4-2-3-1 hjá KÍ. Og júst trýstspælið hjá KÍ var kanska tað, sum haltaði mest hjá KÍ, tí HB hevði ofta lætt við at spæla seg úr fyrsta trýstinum.

KÍ kann fegnast um, at hópurin er breiður í løtuni, tí í dag vóru fáir skaðar. Tað merkti m.a., at fýra útlendingar blivu skiftir inn í hálvleikinum.

 


HB-KÍ 0-2 (0-1)

0-1: Mads B. Mikkelsen (upplegg: Jóannes K. Danielsen)

0-2: Patrick Da Silva (upplegg: Árni Frederiksberg)

KÍ (4-2-3-1): Markus O. Pettersen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Jákup B. Andreasen, Luc Kassi – Árni Frederiksberg, Mads B. Mikkelsen, René S. Joensen – Páll A. Klettskarð. Í hálvleikinum komu hesir inn: Vegard Forren, Deni Pavlovic, Claes Kronberg og Sivert Gussiås inn. Seinni komu Børge Petersen, Óli Ey. Poulsen og Símun Kalsø inn. Hannis Matras og Olaf K. Hansen vóru eisini í dystarhópinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
EL-IN 20 ár í Klingrugarði
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Nýggjur sýslumaður settur fyri norðurøki…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Sannleikin er ofta illa lýddur
Rættartrygd krevur nágreiniligt arbeiði
Føroysku badmintonleikarar­nir gera um se…
Jákup Sumberg er aftur á Hilton Garden I…
Konsertrøð við sello og klaver
Í KVØLD: KOM TIL DYST OG VINN GÁVUKORT Á…
Sjókovin skipar fyri fiski­vinnu­tiltaki í…
- Tunnilsgjaldið hevur ongan týdning lon…
- Sangskriving og tónleikafram­leiðsla he…
Lýsing