Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndarøð: Dramatiskur endi tá Team Klaksvík spældi javnt

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  19.03.2023 - 19:20 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Team Klaksvík javnaði, tá níggju sekund vóru eftir og fekk nøkur sekund seinnu møguleikan at vinna dystin.

Tað bleiv ein javnur og spennandi dystur, tá Team Klaksvík og KÍF møttust í Klaksvík í dag. Liðini skiftust um at hava leiðsluna og hvørjaferð annað liðið kom nøkur mál framum, so kom hitt lið aftur. Tá tveir minuttir vóru eftir var KÍF, har Bryan Slyne skaraði framúr allan seinna hálvleik, frammanfyri 25-23. Tá níggju sekund vóru eftir javnaði Jens Pauli Poulsen fyri Team Klaksvík. KÍF gav bóltin upp og Team Klaksvík-leikari fangaði bóltin. Men avleveringin fram til ein púra fróðan viðleikara miseydnaðist og so endaði að javnt. Ein spennandi endi, har Team Klaksvík kundi vent øllum síðstu løtuna. Javnleikur ger, at Team Klaksvík er á 4. plássi nú tríggir dystir eru eftir.

Málini hjá Team Klaksvík skoraðu Beinir Johannesen (7), Jure Fistonic (5), Jens Pauli Poulsen (4), Jóhan í Garðastovu (3), Nikolay Bliznov (3), Sámal á Tjaldrafløtti (2) og Vilhelm Vilhelmsen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Stongt fyri allar ferðslu undir Fossunum
Hvar er harmonikan Martin?
Hjarta, blóðrensl, blóðflokkar og blóðge…
Samtykkið ikki hesa málspilluna!
Vinn eitt atgongumerki til Summar­festiva…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Grøv nr 13 í Lutherkirku í Keypmannahavn
Broyting í innsavningin hjá IRF
Sira vitja Norðlýsið
Eiðisløta í Hólmahúsinum
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni
Breddin 7/­5-2025. Kapitalur, produktivit…
Formansfrágreiðingin til lands­fundin 202…
Kom og kasta pílar