Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fall – uppreisning

SKRIVAÐ: Jóhannes M. Olsen  |  24.03.2023 - 07:17 Lesarabrøv Tíðindi

Og umleið ein tíma, aftaná Pætur í garðinum hevði hitt gentina hjá høvðïsprestinum, vit umtalaðu seinast. Staðfestið ein annar tað eins og øll hini, sum vóru har og: segði við Pætur, sannuliga, tú ert ein av teimum; tú ert jú ein galileðari, málið avdúkar teg.

Ein av tænararnum høvðisprestsins, vinur hansara Pætur kvetti oyra av og Jesu setti uppá pláss aftur í Getsemanagaðinum segði við hann: sá eg ikki teg í garðinum saman við honum? Tá fór Pætur uppaftur at bannað og svørja: Eg kennið ikki hatta menniskja tit tosa um,.  og beint tá, gól hanin aðruferð. Harrin vendi sær og hugdi uppá  Pætur, sum líka kom Jesu útsagn í huga, hvussi hann hevdi sagt vid Pætur: árenn hanin gelur adru ferð, skalt tú avnokta meg trýggjar ferðir og Pætur tók tad til sítt hjarta, fór á dyr og græt sáran. Ì natúr verðini nevnist hon tyngdilógin, tað er ein bonsk og kend lóg, serliga av teimum som hava roynd av at falla. Í andans verð kallast lógin: syndins og deydans lóg, navnið letur okkum hóma sambandi ímillum syndina og deyðan, vit kunnu her av røttum tala um eina kjedureaktión, tann eina syndin útloysir eina aðra, soleiðis er gongdin trin fyri trin frá synd í móti deyðanum. Vit finna ymisk slík trin í falli Pæturs. Tað byrjaði við hovmóðs sikkurheit. Harfrá gjørdist hann brátt sløvur, so at hann forsømdi at vakja og biða.

Næsta trini kunnu vit siga kallast sjálvræði – hann greyp til svørið fyri at verja Jesus við tí. Hareftir gjørdist óttafullur eitt trin sum førdi til ótryggleika so hann helt seg til at fylgja Jesus uppá avstand í bólki við mótstøðuni, fall til at fornokta verri og verri hvørja ferð. Illa fyri og ússaligur endaði Pætur niðri á avnoktartrininum. Men har stóð ein annar sjálvur Jesus við sínum eyma eygnabráði, sum dróð Pætur vekk frá undirgangsdípinum Tá hann sá eyma egnabrá Jesusar tók angursins bitri grátur hann, seinri hann gekk við samvitskubits myrkri fekk heilsan frá Harranum, at hann enn roknaí við honum, ikki eiti á uppmuntring-.

Brátt aftaná hitti hann persónliga frelsaranum Jesu Kristus í endaí við fullari uppreisn. Á sum tað er gott at Jesus altíð er hin sami. Eisini í dag hyggur hann eftir tí lærusveini hvørs gongulag er fari at bilað og reisur aftur á føtur um endin á gongulagnum gjørdist eitt fall. Var hann ikki soleiðis, vildu vit ongantíð komi frá feríni við lívinum og mist hitt æviga lívið.

Jóhs.M.Olsen    

 

                                                  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ben Arabo stillar upp
Byrgingin um Haraldssund í morgun
Fólk, ið bera brek, hava eisini rætt at…
Løgmaður vitjar Norðlýsið í morgin
Kvinnudagur og kvinnukór­konsert: Suð, Si…
Kim Durhuus stillar ikki upp
Norðlýsið tippar: Hetta fer valstríðið a…
Bakkafrost skapar nógv størv í útjaðaran…
Badmintonsambandið góð úrslit í Odense
Metgott úrslit hjá Trygd
Sandavágur eitt stig frá FM-sigrinum
Innsavning til kvinnur úr Nigeria
SÍ og Mjølnir kapprenna enn um fyrstaplá…
Greiður sigur til Stjørnuna
Føroyar mugu fáa eina nýggja støðu í hei…
Maria endaði innandura kappingarárið við…
Jákup Vilhelmsen spældi allan dystin
SF: Prísurin hækkar á midnátt í kvøld
Veðrið í vikuni
KÍ vann fyrsta steypið
Lýsing