Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eyðgunn Samuelsen er sterka kvinnan í løgtinginum | Mynd: logting.fo

Fyrimyndarligt fíggjarnevndararbeiði í ár

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.03.2023 - 22:25 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Vit føroyingar hava mangan verið vitni til, at arbeiðið í Løgtingsins Fíggjarnevnd hevur verið eitt eljustríð millum tveir ella fleiri partar, ið ikki hava verið til at vika. Soleiðis var ikki í ár. Nevndarlimirnir í Fíggjarnevndini tykjast allir hava verið semjusøkjandi og konstruktivir, og forkvinnan Eyðgunn Samuelsen er komin heilt væl frá at samskipa og stjórna arbeiðinum.

 

Sjálvandi eru umstøðurnar í ár eitt sindur serligar, við tað at fíggjarlógarviðgerðin liggur seint í mars, og tingfólk hava havt eitt hálvt ár at hugsa tingini ígjøgnum. Men havandi í huga, at nærum ongin kontinuitetur hevur verið í, og allir samgonguflokkarnir eru útskiftir, so hevði helst ongin hildið tað verið løgið, um bylgjurnar aftur í ár gingu høgt og ósemjurnar vóru álvarsamar í Fíggjarnevndini.

Vit hava eisini áður verið noydd at talað at, tá samgongulimir í onkrari av Løgtingsins nevndum so at siga ikki hava kunnað arbeitt, tí landsstýrisfólkið, ið átti uppskotið, hevur kravt at skula góðkenna tær broytingar, sum tingnevndin vildi fremja. Tá hevur valdsjavnvágin millum útinnandi og lóggevandi vald verið skeiklað, men nú bendir mangt á, at tingini eru komin á beint aftur.

Forkvinnan í fíggjarnevndini, Eyðgunn Samuelsen, eigur ein stóran part av æruni av, at fíggjarnevndararbeiðið í ár hevur verið smidligt, semjusøkjandi og virðiligt. Landsstýrið hevur at síggja til eisini dugað sær hógv og hevur ikki, tað vit vita um, lagt seg út í arbeiðið hjá Fíggjarnevndini. Tvørturímóti hevur fíggjarmálaráðfrúan Ruth Vang róst nevndini fyri sítt arbeiði og harvið tikið ábøturnar frá henni til eftirtektar.

Eyðgunn fær tað kanska til at síggja lætt út, men tað kann ógjørligt hava verið lætt. Tað var til dømis avgjørt ikki gamalt, at Sambandsflokkurin fekst at ganga við til at skerja ríkisveitingina. Men Magnus Rasmussen, fíggjarnevndarlimur fyri Sambandsflokkin, sigur, at hann tekur undir við skerjingini og at hann hevur flokkin aftanfyri seg.

Tað man eisini smakka summum illa, at veiðigjøldini ikki verða so høg, sum Landsstýrið ætlaði. Men eisini tað fann Fíggjarnevndin semju um – og tað kann ómøguligt bara hava verið sum at siga tað. Í ár hava landsstýrisfólkini at síggja til ikki lagt seg út í arbeiðið, aftaná at uppskotið er borið niðan í Tingið, og tað er júst soleiðis, tað eigur at vera. Samgongutingfólkini í Fíggjarnevndini hava fingið arbeiðsfrið til at útinna sín gerning eftir egnari sannføring, og úrslitið talar fyri seg.

Konstruktivi, semjusøkjandi tónin í Fíggjarnevndini smittaði eisini alt Løgtingið. Fíggjarlógin varð einmælt samtykt við 2. viðgerð, og tað skal vera heilt undarligt, um hon ikki eisini verður tað við 3. viðgerð, ið verður mikudagin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
G19: Mjølnir er føroyameistari
Tíðartekn­ini - Páll Poulsen í Betesda su…
FM verður avgjørt í morgin!
Vit mugu víðari!
KÍ vann greiðan sigur í stórsteypadystin…
Ger tað møguligt hjá ungum at keypa sítt…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Stjørnan tekur ímóti VÍF í morgin
Orka framyvir — trygd, prísur og grøn fr…
Virðið pensjónistar – hjálpið kvøldskúla…
Føroyska málið og mentanin fyri hóttafal…
Míni hjartamál: Strika 8000kr, útleigara…
Løgtingsvalið: Norðlýsið on Tour
Kvinnu­ungl­ingar: Mjølnir er føroyameista…
- Sirið og eg kunnu seta rekord
Leivur Øssursson TG 32
Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenber…
FM-stríðið fær fyrstu stóru ábendingina
Johnny um dýr vallyfti: Hetta skalt tú k…
Í kvøld spælir Team Klaksvík síðsta dyst…
Lýsing