Lýsing
Lýsing
Lýsing

Avrik uttan avrit

SKRIVAÐ: Karin Kjølbro  |  31.03.2023 - 13:59 Lesarabrøv Mentan Merkisdagar & Kunngerðir

Pálmasunudag hin 2.apríl verður  Eyðun Joensen 80. Frá barnsbeini hevur hann bert itið Eyðun hjá Elektrikaranum í Klaksvík, og tað ger hann enn

 

 

Eyðun er fyrsti føroyingur, ið hevur tikið universitetsprógv sum kliniskur psykologur. Fyrstu mongu árini eftir at hann var komin  aftur eftir lokið prógv, var hann í Havn  bert nevndur psykologurin.

Eyðun er uppvaksin  á Biskupsstøð, sonur Jóhonnu og Rudolf Joensen. Hann er nr 2 av fýra systkjum: Regin, Eyðun, Mikkjal og Ruth. Í dag eru bert Eyðun og Ruth, sum býr í Danmark,  á lívi.

Familjan var fyri tí vanlagnu, at pápin doyði eftir stuttari sjúkralegu, tá Eyðun var 6 ár og Ruth ikki fødd. So lítil eg var, so minnist eg væl, at mamma legði okkum eina við, at vit skuldu vera góð við børnini hjá Jóhonnu, tí pápi teirra  var deyður. Ruth og Poulina, systir mín gjørdust vinkonur, báðar føddar í 1950 og byrjaðu í sama flokki í 1957. Tær eru alsamt tættar vinkonur. Mamma teirra  var eitt arbeiðsgrev, og við drúgvari hjálp frá beiggjanum Svend, helt el-virkið fram, sum hon og maðurin stovnaðu, tá tey komu úr Danmark til Klaksvíkar seinast í tríatiárunum.

Í samrøðu við Jógvan Arge  í Meg minnist sigur Eyðun m.a. frá, hvussu fólk í Norðoyggjum dugnaðu teimum, tá pápin var farin. Og hann leggur aftrat,"skulu tey sum geva góðsemi ikki fáa góðsemi aftur, so heldur alt uppat."

Tey búðu við sjóvarmálan niðast í  Myrkjanoyrabønum.Eyðun gekk altíð í fjørðini, ið var spælipláss hjá okkum øllum. Tiltikið er, at Eyðun onkuntíð gekk  gerandisdagar í matrósaklæðum. Tað var tí, at  hann so ofta hevði gjørt klæðini vát, at bert matrósaklæðini vóru eftir til at taka.

Hann hevði longu  drúgvar royndir sum fiskimaður, tá hann tók realprógv og fór til skips við sluppini Fimm Systrar.

 Í 1960 fór  hann á studentaskúla í Haslev. Minnist væl, tá mamman segði, at hon hevði meldað hann inn, meðan hann var til skips. Í 1963 tóku vit bæði studentsprógv og byrjaðu  sum læraravikarar við Klasvíkar skúla.

Vit fóru  samstundis undir útbúgving  í Keypmannahavn, og tá vit koma til ársskiftið  1972/1973 er  Eyðun liðugur á Lærda áskúlanum Háskúlanum.  Hann helt mikla veitslu á Studentargarðinum, har hann buði. Neyvan man nakar hava hildið so stórfingna kandidatveitslu við meira enn 200 fólkum. Mamman gekk so errin og ornaði fyri.

Seinni hevur Eyðun sagt, at hýran frá Fimm Systrum í 1959/1960  var sett inn í Norðoya Sparikassa. Hon skuldi virka sum buffari, um tað kom at standa á  lestrarárini. Men hýran stóð órørd, og fíggjaði  m.a. stórfingnu veitsluna á Studentagarðinum. 

Onki starv var til psykologin, tá han flutti heim, men hann fekk nógvar uppgávur bæði á nýggju psykiatrisku deildini á Landssjúkrahúsinum og á Læraraskúlanum. Júst um hetta mundið var so mangt í umbúna í Føroyum eitt nú Andveikraverndin  og alkohol/rúsevnisviðgerðarstovnar. Haraftrat  Filmseftirlitið, har hann gjørdist formaður. Seinni var hann í føstum starvi bæði á Psykiatrisku Deild og á Læraraskúlanum.

Tá Kriminalforsorgin var stovnað í 1976, var psykiatriska deild fastur samstarvsfelagi í spurningum um rættarpsykiatrisk viðskiftafólk.   Tí luttók eg regluliga á viðgerðarfundum har.

Øll árini tóktist starvsfólkaveðurlagið við fundarborðið fyrimyndarligt.

Eyðun var altíð góður í ráðum eins og Árni Olsen yvirlæki. Umframt at vera hjálpsamur, so vísti Eyðun altíð á lesna um serliga evnið viðvíkjandi tí, eg legði fram.

Umframt servitan, so er tað bara tað, at Eyðun eisini hevur serligan førleika til at møta fólkum, har tey eru og tosar við tey við vanligum orðum í eygnahædd.   

Hann dugir  sera væl at orða seg skrivliga.Tað kemur serliga fram í bókini OKKARA MILLUM hjá Krabbameinsfelagnum (2004) undir heitinum Sorg á barnaárum viðføri í lívinum.

Hugvekjandi eru frásøgninrnar um pápan, sum altíð hevði hann við sær - eisini  út í fjøllinini, tá m.a. el-steyrar skuldu setast upp. Í Norðoyggjum var mikil vøkstur og útbygging í fýratiárunum, og Rudolf pápi hansara var ein virdur lyklapersónur.

Her hava teir havt nakað til felags - feðgarnir báðir sum íverksetarar, ið brutu upp úr nýggjum.  

Í Havn  er gylt av klaksvíksingum, men fá okkara hava verið so trúføst og  røsk at vitja aftur í heimbygdini sum Eyðun. Tað havi eg ofta hugsað, tá eg havi verið har til eitthvørt í samband við tiltøk ella í samband við eina jarðarferð.  Hugsi, hann ongatíð  hevur gloymt góðsemi og umsorganina í Klaksvík og Norðoyggjum, sum hann so inniliga setur orð á í krabbameinsbókini.

Orsøkin til omanfyrinevndu yvirskrift er, at Eyðun, hóast góðan penn, ongatíð hevur givið nakað út av sínum góðu fakligu fyrilestrum.Tað munnu mong sakna, sum fáast við undirvísing. Tað ber boð um lítillætni. - Men hann kann náa tað enn.

Og klaksvíksingar meta hann alsamt  sum ein av sínum. Tað vísti seg eisini, tá hann skuldi tosa í kirkjukjallaranum fyri árum síðani. Hjá  okkum vanligu klaksvíksingum var altíð pláss har fyri øllum áhoyrarum, tá vit skuldu hava orðið í heimbygdini. Øðrvísi var, tá Eyðun kom at tosa um sorg og miss. Har komu so mong, at tað gjørdist alt ov trongt, og tí  var farið  uppá í kirkjuna, har Eyðun tosaði  av kórsgáttini í Kristianskirkjuni.

Fari eg ikki skeiv, so giftust Eyðun og Karin í Keypmannahavn stutt eftir miklu kandidatveitsluna, og tað merkir, at gullbrúðleyp eisini verður fyrsta dagin.

Góði Eyðun, hjartaliga tillukku við kappaárunum. Tær, Karini, børnum og abba/ommubørnum verður yngst eyðnu og heilsu í komandi  døgum.  Lukka fattið tykkum.

Takk fyri gott samstarv,  góðar løtur og felagsskap,  alt síðani vit Biskupsstøðbørn gingu í fjøruni  og fyri ógloymandi løturnar, tá vit  sletaðu á heimagjørdu sleduni Orminum Langa  í Biskupstøðbrekkuni. Tað vóru lívligir dagar við lít.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…