Lýsing
Lýsing
Lýsing
Aksel og Høgni ganga á odda við útreiðslupolitikki, so sum lønarlyft og styttri arbeiðsviku, men hvar er Ruth við hennara tosi um haldføri, beinhørðum raðfestingum og fíggjarligum regluverki?

Almenn rationalisering heldur enn økt gjøld á vinnuna

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.04.2023 - 13:07 Leiðarin Politikkur Vinna

Seinastu árini er tað vorðið gott latín at díkja á við gjøldum á føroysku ali- og fiskivinnuna. Gjøldini eru higartil økt á hvørjum ári og verða aftur økt í ár, og vit eru farin at hóma eina fasta legu, har politikararnir lata útreiðslurnar á fíggjarlógini vaksa ár um ár og dúva uppá, at tað altíð ber til at fara til vinnuna eftir pengunum.

 

 

Tað er ein vandamikil kós, landsins stjórn hevur stungið út í kortið. Kósin er, at fleiri og størri almennar útreiðslur skulu játtast, og at meira skal takast frá vinnuni. Og ikki allari vinnuni; ongin tilfeingisskattur verður tikin frá t.d. tænastuvinnuni ella ferðavinnuni, sum sanniliga eisini tjena uppá føroyska náttúrutilfeingið. Nei, man hevur útsæð sær 2 framleiðsluvinnur, alivinnuna og fiskivinnuna, og sigur, at tær skulu draga tað mesta av lessinum. Vinnurnar, sum hava dugað best at skapt avlop, skulu revsast harðast við gjøldum.

Tað vandamikla við at gera soleiðis er, at harvið kemur Landskassin at vera bundin av vinnulívinum. At vinnulív sveiggjar, vita øll, ella tað eiga øll so at vita. Júst nú hevur vinnan havt nøkur góð ár og avlop, men tá pendulið sveiggjar hin vegin, so má tað almenna eisini høgga bremsurnar í. Tí við at krevja so nógv inn haðani, fer Landskassin at sveiggja saman við vinnuni, og tað merkir altso at uppliva stórar niðurtúrar inn ímillum.

Nú Framsókn er komið í landsins stjórn og enntá umsitur fíggjarmál, kundu vit bæði vónað og væntað, at universalloysnin uppá mankoir í Landskassanum ikki bert var at tátta tøkugjalds- og veiðugjalds-skrúvuna. Framsókn er farin til val uppá haldføri, og tað er ikki haldført í longdini at hava almennu slúsurnar víðopnar og bert krevja meira og meira inn frá vinnulívinum at fíggja skjóttvaksandi almenna geiran. Tað kann bara ganga galið.

Hví ikki heldur rationalisera almenna sektorin? Tað hevði merkt haldføri fyri alt samfelagið. Fyri tað almenna er tað gott at kasta óneyðuga ballast fyri borð, og fyri vinnuna er tað fantastiskt, tí við at sleppa at varðveita størri part av sínum egna avkasti fær hon vaksið seg størri – og harvið goldið meira í partafelagsskatti og starvsfólkini/fiskimenninir meira í lønarskatti.

Tá sparast skal innanfyri tað almenna, skal tað ikki vera innanfyri fólkið á gólvinum, men longur uppi í skipanini. Hava vit til dømis tørv á so mongum fulltrúum, konsulentum, nevndum og ráðum innanfyri tað almenna? Er tað veruliga neyðugt, at eitt aðalráð við kanska 20 starvsfólkum – t.e. minni enn ein miðal skúlaflokkur – skal hava fleiri deildarleiðarar við tilsvarandi nógvum deildarleiðaraviðbótum? Og soleiðis kundu vit blivið við.

Heilt nógvir pengar eru eisini at spara við at hava strammari fíggjarstýring í almennum byggiverkætlanum. Í løtuni tykjast politikararnir at hava nertingarótta á tí økinum. Teirra “loysn”, tá ein almenn byggiverkætlan fer av sporinum, hevur higartil verið at oysa fleiri og størri eykajáttanir eftir verkætlanini. Alt fyri friðs skuld og tí at “Nú mugu vit gera alt fyri at fáa verkætlanina lidna”. Politikararnir mugu gera upp við hendan nertingaróttan hjá sær og traðka í karakter. Ikki velja lættastu loysn og bara blaka meira pengar eftir probleminum, men lata seg í arbeiðshandskarnar og útinna fíggjarstýring!

Tað er slítandi fyri tey í vinnuni at liva við, at tá tað almenna hevur brúkt ov nógv, ella politikararnir lovað ov nógv, so verður komið til fiskivinnuna og alivinnuna eftir pengunum. Serliga tá man sær, hvussu almennu kassarnir oyðsla nógvar av pengunum burtur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund