Lýsing
Lýsing
Lýsing
Verturin Árni Gregersen hevði mestur givið teimum trimum fyrrverandi politikarunum eitthvørt stuttligt at roykja áðrenn sendingin byrjaði | Mynd: FM1

Gott teir eru fyrrverandi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.04.2023 - 17:32 Leiðarin Politikkur

Heilsuverkið í Norðoyggjum stendur fyri skotum, nú 3 fyrrverandi politikarar mæla teimum núverandi politikarunum til at avtaka bæði sjúkrahús og miðnámsskúla í Klaksvík. Í sendingini "Stjórnin" á FM1 geva teir ilt av sær og síggja helst, at tænasturnar norðanfyri verða niðurlagdar og fluttar til Havnar ella Kambsdals.

 

 

Sjálvir høvdu teir ongantíð dirvi til at taka tað upp. Í dag fáa teir tríggir fyrrverandi politikararnir Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum, Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðveldisflokkinum og Heðin Zachariasen úr Fólkaflokkinum ikki frið á sær í sínum otium, tí Klaksvík hevur eitt vælvirkandi sjúkrahús og eitt vælvirkandi HF-skeið.

Hetta álopið á heilsutænastur og útbúgvingarmøguleikar í Norðoyggjum er bara tað seinasta í eini langari røð av álopum frá meginøkinum á útjaðaran. At tænasturnar ikki eru niðurlagdar, skyldast ikki, at politikarar ikki tora – tað hevur ikki skortað uppá álop frá teimum –, men tí at tænasturnar virka væl, kosta lítið og koma sera væl við hjá íbúgvunum í økinum.

“Grundgevingarnar” hjá teimum trimum eru eisini, sum Harragud veit. Bæði Heðin Zachariasen og Tórbjørn Jacobsen siga sum við ein munn, at hjá teimum báðum persónliga er tað líka langt at fara til Landssjúkrahúsið sum til Klaksvíkar Sjúkrahús. Hvat er tað fyri eitt argument? At júst teir báðir kunnu vera líkaglaðir við, um har er eitt sjúkrahús í Klaksvík ella ei, merkir ikki, at tað er so fyri øll ella nógv. Kunoyingar, viðoyingar og klaksvíkingar eru í eini heilt aðrari støðu enn hesir 3 emeritus-politikararnir, men tað tykjast teir leggja líka í.

Síðani venda teir kanónunum ímóti Klaksvíkar HF-Skeiði, og spyrja, hví tað ikki verður flutt til Kambsdals at verða samansjóðað við depilin har. Til tað er at siga, at Klaksvíkar HF-Skeið longu liggur saman við einum øðrum miðnámsskúla, nevniliga Tekniska Skúla í Klaksvík. Og um tað hevur so nógv at siga bert at hava eittans HF-skeið í norðurøkinum, kundu vit hóskandi spurt teir tríggjar, hví teir ikki heldur vilja flyta HF-skeiðið av Kambsdali og til Klaksvíkar. Hví eru teir so uppsettir uppá, at júst Klaksvíkin skal missa?

Eisini nevna teir Veðurstovuna og siga, at “Nú hava vit eina veðurstøð í Havn, men nú er ein harður, politiskur kampur fyri at fáa eina veðurstøð í Vágum og eina í Klaksvík.”

Her kunnu teir tríggir fyrrverandi ikki hava fylgt nóg væl við, tí teir klára at koma við ikki færri enn 2 skeivleikum í einum setningi. Fyri tað fyrsta hevur Veðurstovan allatíðina skulað ligið í Vágum. Tað dregur bara út, uttan iva tí onkur mótarbeiðir, at nakað verður flutt úr Havn. Fyri tað næsta hevur Hanus Kjølbro, veðurkønur, greitt væl og virðiliga frá, at tað ikki er pláss á Veðurstovuni í Havn til tað virksemi, Veðurstovan hevur. Tí verða høli í Klaksvík leigað – alt meðan vit bíða eftir, at nýggja Veðurstovan í Vágum letur upp.

Við teirri samfelagsáskoðan, sum hesir tríggir leggja út á blik í FM1, munnu tað í dag vera mangir norðoyingar, sum signa seg og siga sum yvirskriftin:

Gott at teir eru fyrrverandi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Íshúsið opið í vikuskiftinum
KÍ veitslan byrjar kl. 19.00
Ikki undirtøka í samgonguni fyri styttri…
Løgmaður: – Almenn starvs­fólk og brúkara…
Reisigildi Eystan Garð
Ongin sparing í at uppsiga aðalstjórar
Soleiðis blivu frákoyrdu lands­stýrismenn…
Løgmaður um veljara­kanningina
Løgmaður: - Akademikara­felagið skal ikki…
Julian Gregersen settur sum venjari hjá…
Rampan á Syðradali: Nýggjur gelendari se…
Forsølan til Summar Festivalin er byrjað
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Listafelag 40 ár
JFK-Open Grand Prix 2: Úrslit og myndir
Stuðuls­tiltøk í Føroyum varpa ljós á kri…
 Livar sigur frá í Christians­kirkjuni
Milson til minnis
Hvussu eru Føroyar komnar til gjøgnum fl…
Bindifestivalu­rin á altjóða støði