Lýsing
Lýsing
Lýsing

Veðurstøðin í Mykinesi aftur virkin á nýggjum stað

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.04.2023 - 12:00 Tíðindaskriv Tíðindi Veðrið

Í síðstu viku var veðurstøðin aftur sett upp í Mykinesi, eftir at hon hevur verið óvirkin í longri tíð. Tað er í hesum sambandi umráðandi at boða frá, at staðsetingin ikki er tann sama sum áður.

Veðurstova Føroya: Orsøkin til flytingina er eitt ynski um økta trygd hjá starvsfólkum, umframt at mátingarnar gerast meiri viðkomandi hjá teimum lokalu brúkarunum. Ymiskir tankar um staðseting hava verið frammi, men fyri at skunda undir, at mátingar aftur eru tøkar, so er hendan loysnin vald fyri fyrst. Niðurstøðan eftir samskifti við tey lokalu, er annars, at vindmátingin skal gerast so tyrluflúgvingin fær mest møguligt gagn av henni. Hvørt hendan nýggja staðsetingin kann brúkast, ella best er at flyta hana, fer at vísa seg í komandi tíð.

Fyrr hevur veðurstøðin staðið við húsini í Mykineshólmi, og vindmátingin hevur verið gjørd oman á takinum á vitanum. Nú er staðsetingin 5G masturin hjá NET vestan fyri bygdina (sí myndirnar). Hendan flyting ger, at samanhangið, sum hevur verið millum vindin í Mykinesi og viðurskiftini á sjónum í økinum, nú møguliga ikki er heilt tað sama sum áður.
Vevmyndirnar úr Mykinesi eru enn tær somu áður, t.v.s. tiknar av vitanum í Mykineshólmi. Veðurmátingar og vevmyndir eru tøkar á [www.vedur.fo](www.vedur.fo) undir “[Mátingar](https://vedur.fo/weather)”.


Veðurstovan ynskir at hoyra aftur frá brúkarum av veðurmátingunum úr Mykinesi, hvørt tað, vit gera, er nøktandi, ella hvussu mátingarnar vit gera kunnu betrast. Tey, ið hava nakað upp á hjarta í hesum máli, kunnu venda sær til mín á bardurn@vorn.fo.


Tórshavn tann 18. apríl 2023, Bárður A. Niclasen, deildarleiðari
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Christopher á Tórsfest 2026
Vikuskráin frá Norðoya Kunningar­stovu
Latið pensjónistar­nar hava frið         …
Undirhúsið fekk klokku
Ávegis, men í skeiva ætt
Veðrið um vikuskiftið
Einar´s Single Malt Whisky - Tóra Sigmun…
Lockheed Martin veitir loftávaringarrada…
Myndarøð: Jólahald hjá KBI
Nú er jólatíð
Mimmy: - Lítla Brekka var eitt paradís
Hetta er politisk vandalisma!
Brúdleyp - Kristina og Osvald
Hjálparvenja­rin hjá KÍ heldur fram
Jólakafé á Skúlatrøð
Jóla­konsert við Silvitni í Mikladals kir…
Jólatræ í Emmaus
Gadus siglir heim
Móttøka og jólahald hjá KBI í dag
Skálafjarðar læknadømi