Nógvir brellbitar á Seafood Expo Global
SEG er ein rættiliga stór messa, her eru nógvir útstillarar, og er nógv gjørt burturúr at vísa júst vøruna fram. Stórir og flottir básar,vinarlig fólk og ikki at gloyma eitt stórt úrvæl av brellbitum.
Her kann ein smakka vælkrydraðar rækjur og høgguslokk úr Kina, norskan “tørfisk” sum verður útfluttur einamest til Italiu, og rækjur frá Madagascar sum verða útfluttar til Europa. Á fronsku básunum varð bjóðað østers og muslingar, muslingarnar vóru borðreiddir við rísi, og dampaðir á ein serligan hátt, so at smakkurin var nógvur.
Japanarar vóru blíðir, og tá eg greiddi frá, at Klaksvík var vinarbýur við Taiji, hildu tey vera áhugavert. Tey borðreiddu við tun og tara við øllum góðum tilhoyri. Eisini høvdu tey turkað hokkai umami, tað hevði rættiliga nógvan smakk.
Á básinum Nordland bjóða tey brellbitar úr seiði, upsa, sild, makreli, turrum fiski tilgjørt á nógvar ymsar mátar. Roykt rognamousse bjóða tey eisini – sera vælsmakkandi, at enda fingu vit blóðpylsu saman við upsa, tað riggaði nú eisini væl, tó at mær dámar betur føroysku blóðpylsuna saman við góðum føroyskum eplum!