Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jógvan Hansen avmyndaður á básinum hjá JFK, har sera nógv vitjandi hava verið | Mynd: Anna Maria Joensen

JFK: Global Seafood Expo eitt gott høvi at røkta kundar

SKRIVAÐ: Anna Maria Joensen  |  26.04.2023 - 22:27 Myndarøð Tíðindi Vinna

Eisini fyritøkan JFK í Klaksvík er við á Global Seafood Expo í Barcelona, og fyri tey snýr fiskivinnustevnan seg fyrst og fremst um at røkja tey kundasambondini, JFK longu hevur. Harumframt er fyritøkan eisini við fyri at kunna fylgja við í, hvat nýtt og spennandi rørir seg á marknaðinum.

 

Norðlýsið hevur hitt Jógvan Hansen frá JFK á fiskivinnumessuni í Barcelona, ið verður hildin í hesum døgum. Hann sigur, at nakrir kundar leggjast afturat onkuntíð, men tann stóri parturin av luttøkuni snýr seg um at halda sambondini við líka við teir kundar, JFK longu hevur.

- “Hetta sparir okkum fyri nógvar flogferðir”, sigur Jógvan. “Tað er gott at hava so mong fólk á einum staði her í Barcelona, og okkara básur her er øgiliga væl vitjaður”.

Tilsamans arbeiða 570 fólk í JFK, og fyritøkan hevur 18 skip. Ein stórur nýggjur trolari er á veg, ið er 89 metrar til longdar, 18 metrar til breiddar og væntast og/ella vónast at koma í flotan hjá teimum um 5 vikur. 64 mans verða knýttir at trolaranum, og teir verða skipaðir í tvær manningar à 32 mans (m/k, sjálvandi).

Fyritøkan JFK hevur kundar í Føroyum, Íslandi, Danmark, Canada, USA, Bretland, Frakland, Belgia, Portugal, Spania, Italia, Kina, Holland og Týskland, og arbeitt verður í løtuni við at fáa viðurskiftini í lag fyri at kunna selja til Vietnam. Tað er fyrst og fremst toskur og hýsa, sum JFK (og Kósin) fáast við, og so er nakað av longu, upsa og brosmu eisini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…