Pelagos: Ikki at verið við her hevði verið at forsømt kundan
Pól í Skorini, sølustjóri á Pelagos, sigur, at orsøkin til at teir eru við á messuni í Barcelona, er, at hon er tann størsta fiskivinnumessan, sum er. Hetta gongur aftur millum fleiri av teimum, sum Norðlýsið hevur hitt á máli á fiskivinnustevnuni.
- “Her eru allir kundarnir, sum man skal møta. Tað er eitt fínt stað at møtast við teir kundar, sum man annars ikki hevur tíð at møta, og tí bara samskiftir við í telefonini ella um teldupost. Ein fær onnur input, tá ein prátar við fólk andlit til andlits. Harumframt er tað eisini her, at teir nýggju kundarnir koma”.
Júst tað er tó ikki hent so ofta sum ynskiligt. Nógvir nýggir kundar leggjast ikki til á fiskivinnumessuni, men altíð onkur, og altíð onkur spennandi, sigur Pól. Tað hevur heldur ikki so nógv at siga fyri Pelagos at fáa eitt stórt tal av nýggjum kundum, um tað merkir, at man noyðist at skifta teir gomlu út.
- “Teir flestu kundarnir, vit hava, eru tættir samstarvsfelagar, sum keypa nógv, og sum vit tosa øgiliga opið og øgiliga nógv við. Og tað er her, man møtir teimum. Tað gevur meira at hava ein fysiskan fund, og ofta hava hesir gomlu kenningarnir onkran nýggjan við sær, sum man so lærir at kenna. Tað gevur meira at hyggja í eyguni á hvørjum øðrum”.
Pól í Skorini sigur um týdningin av fiskivinnustevnuni, at “Um ein ikki er við her, so forsømir ein kundarnar, vil eg siga”. Básurin hjá Pelagos er væl vitjaður í ár. Í fjør var Corona-farsóttin júst av, og tað merkti luttøkuna. Í ár hevur tað verið øðrvísi og munandi betri.
Undir prátinum kemur Pól eisini inn á, at nógv av starvsfólkunum eru júst liðug í 3.g., og vilja vinna sær nøkur oyru, áðrenn tey fara víðari í lívinum. Her kann Pelagos bjóða teimum eina sera góða løn, men Pól leggur dent á, at afturfyri er arbeiðið sera hart til tíðir. Sum nevnt niðanfyri kann ein arbeiðsvika vera heilt uppi á 84 tímum, tá tað er mest at gera. So um ein er til reiðar at arbeiða nógv og hart, so eru nógvir pengar at vinna við at arbeiða fyri Pelagos í eina tíð: - “Vit hava tørv á nógvum fólkum um summarið, og tey fólkini, vit fáa, eru gull verd”, sigur Pól.
Fríðin Ziskason er eisini við á fiskivinnumessuni umboðandi Pelagos, og hann leggur dent á, at tey ikki hava trupulleikar við at fáa fólk í Føroyum til arbeiðis, og tað ongantíð hevur verið neyðugt at innflyta arbeiðsmegi.
Um fyritøkuna Pelagos:
Pelagos er stovnað í 2014, og Pól í Skorini byrjaði har í 2017. Pelagos hevur gingið heilt væl øll árini. Fyritøkan arbeiddi yvir 100.000 tons í fjør og tað sama fyrraárið. Fyritøkan hevur nógv at gera, og sesongin er nógv longd, síðani fyritøkan byrjaði sítt virksemi. Hetta setir fleiri krøv til alla skipanina, og tá arbeiðið er í hæddini arbeiða tey 84 tímar um vikuna. 60 starvsfólk eru í fyritøkuni, býtt á 2 vaktir.
Pelagos útflytur til Russlands, vestur-Afrika, Egyptaland, Turkaland, Kina, Japan, Ukraina og fleiri lond í Asia. Serliga útflytur fyritøkan sild og makrel, og so væl minni av svartkjafti, lodnu og gulllaksi.