Nógv spennandi at síggja á Sjógætisstevnuni
So er seinasti dagurin á SEG í Barcelona byrjaður.
Í práti, við bæði tær fyritøkur sum hava bás á messuni, og eisini tær fyritøkur sum eru vitjandi, skilst, at tey at hava fingið heilt nógv burturúr. Hetta er ein góður háttur at hitta kundar og veitarar og gevur hetta væl meira enn samskifti umvegis t-post og telefon.
Hetta er ein rættiliga stór messa, so fyrstu dagarnir verða brúktir til tilrættarlagdar fundir og at røkta føstu viðskiftafólkini og veitarnir. Í dag hyggur mann so út í uttastu hornini og vitar, um okkurt er sum er áhugavert og møguliga kann blíva til okkurt. Annars fer tíðin til at runda vitjanir av og heilsa.
Norðlýsið møtti Áka í Skemmuni, sum er fyriskipari av Alantic Fair. Hann letur væl at og sigur, at her er sera nógv at síggja, og at ein eisini fær nýggj hugskot til Atlantic Fair.
Hesar síðstu tímarnar verður nógv ábit bjóðað, blaðfólkið royndi friterað fiskafars úr Grikkalandi og stoktar jákupsskeljar úr Onglandi. Kokkurin – ein eldri kvinna –helt, at tað var spell at fólk kókaðu mat, tí tað smakkaði so nógv betur at steikja. Jákupsskeljarnar smakkaðu sera væl, kann eg heilsa.
Eisini bleiv vitjað á básinum hjá landapartinum Bretagne í Fraklandi, har bjóðaðu tey muslingar, sum tey sjálvi framleiða, tey hava ein muslingafarm. Tá eg segði, at eg var úr Føroyum og spurdi, um tey kendu nakað til Føroyar, vóru tey skjót at svara ja. Tey greiddu frá, at tey innfluttu jákupsskeljar úr Føroyumtil sølu í Fraklandi.