FM vinnarin í skúlatelving
Áhugin fyri telving er stórur millum børn og ung yvirhøvur og tað er hann eisini á Skúlatrøð.
Finalurnar í skúlatelving vóru í gjár hildnar á Finsen í Havn. Tað var í hølunum hjá Havnar telvingarfelag, at liðini møttust. Liðini vóru býtt í tveir aldursbólkar, ein fyri lið í 3. og 4. flokki, og ein fyri lið úr 5. – 8. flokki. Hetta eru liðini, sum hava vunnið seg til finalurnar í undankappingunum, sum vóru fyri nøkrum vikum síðani.
Í bólkinum fyri 3. og 4. fl. var tað Spírin úr Skúlanum á Fløtum, sum vann við 20 stigum og í bólkinum fyri 5. fl. – 8. fl.vóru tað okkara dreingir á Skúlatrøð, sum vunnu kappingina sannførandi við 21,5 stigum. Hesi somu lið vóru eisini FM-vinnarar í fjør. So vit eiga ein raskan ungdóm.
Vit ynskja vinnarunum av FM-finalunum í skúlatalvi hjartaliga til lukku!