Stórur dagur í dag
Seinnapartin í dag var almenn móttøka, nú Skálagarður, ið er stovnur undir Almannaverkinum, letur upp.
Nýggi stovnurin er ætlaður til borgarar við seinheilaskaða. Talan er um 15 íbúðir, har borgarar koma at fáa fastan bústað, búgva í eitt longri tíðarskeið. Av teimum 15 íbúðunum eru trýggjar ætlaðar til umlætting eitt styttri tíðarskeið.
So sum tey mongu tóku til, ið tóku orðið, so er hesin stovnurin eitt rættuligt frambrot á sínum øki, og er hetta ein stovnur og tilboð, mong hava bíðað leingi eftir – tí var glaðin so mikið størri í dag, nú hesin stovnurin letur upp.
Nøkur búfólk eru longu flutt inn, og er ætlanin, at tey skulu flyta inn í smáum komandi tíðina, so starvsfólk og búfólk lagaliga kunnu venja seg við hvønn annan. Tað er eisini ein køkur og kokkur knýttur at verkætlani handan Skálagarð.
Tað var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum landsstýriskvinna, ið tók stig til bústovnin á Skálagarði, sum Sirðið Stenberg, landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum nú hevur fullført og fingið játtan til. Hesum fegnaðust mongu røðararnir um í dag, og at skálagarður nú var veruleiki.
Felagið handan Christian í Grótinum eigur bygningin og hevur saman við m.a. Kanjon fingið hann umbygdan til endamálið, sum so leigumál er gjørt við Almannaverkið um.
Fyribils eru 21 starvsfólk knýtt at stovninum, sum eisini hevur hitakliva og eitt serligt baðikar, ið eisini veitir vøddamýkingar.
Leiðari á hesum viðkomandi stovni er Mildrid á Lógv, sum hevur holla sjúkrafrøðiliga útbógving við fleiri sergreinum. Men mest av øllum er hon láturmild og fyrikomandi.
Kristian Martin Rasmussen, reiðari greiddi frá í røðu síni, at tað var umráðandi at byggja eitt álit upp millum allar mongu partarnar í verkærlanini, sum eisini eydnaðist. Afturat tí varð eitt loft lagt á, hvat hon kundi kosta, og eydnaðist tað eisini.
Kristian Martin Rasmussen endaði røðu sína við ynskinum um, at ein góður og positivur andi mátti ráða innanveggja, og ynskti Harrans signing fyri øll sum koma at búleikast og arbeiða á Skálagarði.
Henda serstaka verkætlanini, sum rættiliga nógvir partar fegnast um, er eitt frálíkt dømi um eitt fyrimyndarligt samstarvið millum privata vinnulívið og tað almenna - har kommunan eisini hevur smurt hjólini – og hevur fyritaksemið virkað frágera væl.