Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stutti túrurin til Klaksvíkar

SKRIVAÐ: Birita Matras Petersen  |  28.04.2023 - 10:09 Lesarabrøv Politikkur

 

Fyri stuttum reistu fyrrverandi politikarar spurningin, um tað í heila tikið er neyðugt við Klaksvíkar Sjúkrahúsi, nú tá oyggjarnar eru væl knýttar saman við einum framkomnum vegakervi. Í sambandi við kjakið um nýggja MR-skannaran tykist Klaksvíkar Sjúkrahús enn einaferð at vera kjarnin í kjakinum. Tað er undranarsamt, at hendan søgan vekir so nógvan ans í miðlunum og millum fólk flest, tá hetta ikki er eitt eindømi.

 

At vinnulívið kann lata eina so stórfingna gávu staðfestir avgjørt, at vit hava stórir vinnuligir aktørar í Føroyum, men tað tykist, at kjakið um skannaran ikki snýr seg júst um hetta, men um staðsetingina av honum.

 

Summi vísa á, at hetta er tekin um, at vinnulívið tekur leiðsluna í sjúkrahúsverkinum av ræði. Ein kann so spyrja, hví tað í sjálvum sær er ein trupulleiki, um MR-skannarin stendur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tá rúm og kapasitetur er til staðar. Sum víst varð á omanfyri, eru (flestu) oyggjarnar knýttar saman, og tí havi eg ringt við at skilja tær heldur ullintu grundgevingarnar ímóti staðsetingini av MR-skannaranum í Klaksvík, tá hetta m.a. sparir fólki drúgvu ferðina niður til Danmarkar.

 

Vit kunnu ikki annað enn frøast um, at sjúkrahúsverkið frameftir kann bjóða betri heilsutænastu. Vit hava eitt sameint sjúkrahúsverk við Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi, og tað sigur seg sjálvt, at øll sjúkrahúsini skulu verða gagnnýtt til fulnar við samstarvi og samskipan á bestan hátt, sum menningarætlanin frá 2016 mælir til.

 

At MR-skannarin verður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi broytir ikki gleðiligu tíðindini um, at sjúkrahúsverkið verður styrkt og gerst meira effektivt, at fólk spara tíð og orku, samstundis sum landið sparir útreiðslur.

 

At hetta er ein íløga, sum landið ikki megnar, er so ein onnur sak. Hetta kann kanska metast sum ein áminning um, at vit eiga at styrkja sjúkrahúsverkið, ið ikki eigur at enda í kapping við vinnulívið. Men hetta egininitiativið eyðkennir fólki norðanfjørðs, tí søguliga sæð, eru fleiri dømir um hetta, og júst Klaksvíkar Sjúkrahús varð sett á stovn av egininitiativinum hjá norðoyingum og partvís eysturoyingum.

 

 

Birita Matras Petersen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…
Klakkur inni við 190 tonsum
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…