Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýtt tilboð á Kalsoynni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.04.2023 - 12:10 Myndarøð Tíðindi

Einaferð um mánaðin verður skipað fyri dagtilhaldsløtu í Mikladali.

 

Hetta er komið í lag, aftaná at Eldraráðið saman við Norðoya Bú- og Heimatænastu hevði ein kunnandi fund á Café Eðge um tilboð og tænastur, sum verða veittar. Tá kom nevnliga eitt ynski fram um, at okkurt varð gjørt á Kalsoynni.

Í síðsta mánað varð hetta fyriskipað fyri fyrstu ferð, og aftur í dag er dagtilhaldsløta í Mikladali. Á skránni var góður matur, sangur og bingo.

Rúna Josephsen og Unn Østerø, sum dagliga arbeiða á dagtilhaldinum Sóljan í Klaksvík vóru saman við stjóranum, Marnu E. Jensen, sera væl móttiknar til hesa fyrstu løtuna og fingu nógvar góðar søgur um lívið í Kalsoynni fyrr og nú.
Dagtilhaldsløtan er í avhaldshúsinum í Mikladali síðsta fríggjadag í hvørjum mána frá kl. 11:30 til 14:30, og eru tær fyriskipaðar av dagtilhaldinum Sóljan.

9 fólk, ið eru eldri enn 67 ár, búgva á Kalsoynni. Hesi fáa boð frá ferð til ferð, nær hesar løtur verða fyriskipaðar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…